09.05.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

USS San Juan í Nólsoyarfjørð

USS San Juan í Nólsoyarfjørð

Amerikanski kavbáturin USS San Juan kemur fyrrapartin í Nólsoyarfjørð í sambandi við manningarskifti.

USS San Juan tók lut í NATO-venjingini Dynamic Mongoose 2023, sum eisini var við Føroyar herfyri.

USS San Juan er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.