29.02.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tryggari karmar um dopingeftirlit í Føroyum

Tryggari karmar um dopingeftirlit í Føroyum

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur borið Løgtinginum lógaruppskot um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti.

Lógaruppskotið gevur landsstýrismanninum heimild at góðkenna felagsskap, sum skal hava dopingeftirlit í Føroyum. Talan er bæði um eftirlit við skipaðum ítrótti og vinnurekandi venjingarmiðstøðum.

Harafturat verður óreiðilig ávirkan á ítrótt – vanliga kallað matchfixing – revsað, verður lógaruppskotið samtykt. Matchfixing er, tá úrslitið av eini ítróttarkapping verður avtalað áðrenn. Endamálið er sum oftast at fáa peningaligan vinning. 

“Fyrst og fremst er doping vandamikið fyri heilsuna hjá tí einstaka. Harafturat skaðar doping og óreiðiligar atferðir í ítrótti etisku virðini í ítróttinum og skeikla kappingina. So tað hevur stóran týdning, at vit fáa tryggari karmar um dopingeftirlit í Føroyum”, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

Landsstýrið hevur seinastu dagarnar latið í alt 27 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.