04.07.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Trine Camilla Joensen heldur fram í tíðaravmarkaðum starvi sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla

Trine Camilla Joensen heldur fram í tíðaravmarkaðum starvi sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Trine Camilla Joensen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Velbastaðar skúla skúlaárið 2019/20 frá 1. august 2019 at rokna.

Trine Camilla Joensen er 50 ára gomul og tók læraraprógv á Hjørring Seminarium í januar 2000. Eftir at hava starvast í nøkur ár í donskum skúla flutti hon til Føroya, her hon hevur starvast seinastu 13 árini. Í 2016 tók hon Akademiútbúgving “Leiðsla í verki” umframt, at hon er í holt  við at taka Diplomútbúgving í Námsfrøðiligari leiðslu á Fróðskaparsetri Føroya.

Trine Camille Joensen hevur luttikið í arbeiði við skúlamenning í Fladstrand Skole í  Frederikshavn, har hon var leiðari í flokstoymi at gera mállýsingar, virkisætlanir og eftimetingar umframt, at hon hevur undirvíst bæði í smáum og størri skúlum í Føroyum.

Trine Camilla Joensen hevur hetta síðsta skúlaárið verið í tíðaravmarkaðum starvi sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla og hon heldur fram komandi skúlaár. Hon avloysir Joan Neshamar, ið hevur fingið játtað farloyvi komandi skúlaár.