26.09.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 50 prosent

Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 50 prosent

Ársfundurin hjá NAFO varð hildin í Porto í Portugal í døgunum 19.-23. september 2022. NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í NAFO økinum. Føroyski luturin av toskakvotuni er 22,35%.

Á ársfundinum verður støða tikin til mest loyvdu veiðu, stytt MLV, fyri tey fiskasløg, sum NAFO umsitir. MLV verður umrødd og avgjørd við støði í vísindaligu tilmælunum frá NAFO Vísindaráðnum. Eisini verða onnur mál umrødd, eitt nú eftirlit, økisfriðingar, lívfrøðilig tilmæli og ymsar frágreiðingar.

Til ársfundin í ár mælti Vísindaráðið til at vísa varsemi við fiskiskapinum eftir toski á Flemish Kap, tí hóast gýtingarstovnurin veksur, minkar toskastovnurin á Flemish Kap. NAFO leggur stóran dent á at fylgja vísindaligum tilmælum, og sáttmálapartarnir eru samdir um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst. Hvussu varligt hettar veiðitrýst skal verða, vóru partarnir tó ikki samdir um til ársfundin.

MLV var 4.000 tons í 2022, og flestu sáttmálapartar ynsktu ikki at hækka MLV alt ov nógv í mun til hetta tonsatalið. Eftir drúgvar samráðingar eydnaðist tað at finna eina semju, sum endaði við, at MLV varð hækkað til 6.100 tons fyri 2023. Hettar er ein munandi hækking á beint yvir 50%. Føroyska toskakvotan verður sostatt 1.363 tons. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 193 tons og fyri kongafisk 69 tons.

Rækjustovnurin á Flemish Kap hevur trupult við at koma fyri seg, og veiðibann var galdandi frá 2011-2019 og aftur í 2022. Til ársfundin varð semja um, at veiðibannið eisini verður galdandi fyri 2023. Í NAFO verða fiskasløg umsitin við kvotum og MLV. Rækjurnar á Flemish Kap verða tó umsitnar við fiskidøgum. Vísindaráðið hevur í fleiri ár mælt til at fara frá hesi umsitingarskipan, tí fiskidagaskipanin elvir til eitt ov høgt veiðitrýst. Ein nýggj skipan við kvotum og MLV hevur javnan verið umrødd og var eisini á skrá til henda ársfundin. Tað vóru drúgvar samráðingar um at finna eina semju um eitt nýtt býti millum sáttmálapartarnar, men tað eydnaðist ikki.

---

Føroyar og Grønland luttaka í NAFO sum ein sáttmálapartur og ein sendinevnd undir heitinum DFG (Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland). Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr Uttanríkis- og mentamálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Vørn og Havstovuni. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevði samráðingarleiðsluna.

Hini limalondini eru ES, Frakland (vegna. St Pierre et Miquelon), Ísland, Japan, Kanada, Kuba, Noreg, Russland, Suðurkorea, Ukraina, USA og Stórabretland.