19.03.2021 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Torkil V. Rasmussen deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Torkil V. Rasmussen deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Torkil Vestergaard Rasmussen er settur sum deildarstjóri á Mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan mentanarøkið, sum fevnir um mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg.

Torkil V. Rasmussen er 37 ára gamal og útbúgvin cand. jur. í 2012 frá Københavns Universitet, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið. Hann hevur 8 ára royndir sum fulltrúi í Landsfyrisitingini, harav 5 ár í Mentamálaráðnum, har hann m.a. hevur arbeitt við løgfrøði innan mentanarøkið og ráðgivið leiðsluni. Hann hevur servitan innan upphavsrætt, ið er av stórum týdningi fyri mentanarvirksemi. Hann hevur undirvíst á Fróðskaparsetrinum og skrivað greinar í viðurkendum løgfrøðiligum tíðarritum.

Torkil V. Rasmussen tekur við starvinum tann 1. mai 2021.