30.06.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tórgerð P. Joensen sett sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla

Tórgerð P. Joensen sett sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Torgerð P. Joensen í starvið sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla. Torgerð er 30 ára gomul, tók læraraprógv í 2017 frá Institution for skole og læring, Metropol í Danmark.

Tórgerð hevur síðan lokna útbúgving miðvíst virkað fyri at ogna sær serkunnleika í byrjanarundirvísingini og hevur royndir á økinum frá donskum skúla og hetta síðsta skúlaárið frá Hósvíkar skúla. Hon hevur m.a. førleikament seg í útiskúlanámsfrøði og lesimenning - m.a. konseptið ”læsemakkere”.

Tórgerð tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla tann 1. august 2021.