29.03.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

»Tit hava gjørt okkum errin!« Røða Høgna Hoydals til ítróttarfólkini á Special Olympics 2019

»Tit hava gjørt okkum errin!« Røða Høgna Hoydals til ítróttarfólkini á Special Olympics 2019

Í dag var móttøka fyri føroysku íðkarunum, sum júst hava verið í Abu Dhabi til Special Olympics í 2019.

ÍSF húsið var fult av fólki, sum vildu fagna røsku íðkarunum.

Høgni Hoydal, landsstýrimaður í mentamálum, bar eisini eina ídnu ítróttarfólkunum eina kvøðu.

Góðu tit: Súsanna, Bjørt, Jenny, Eyð, Heidi, Signa Vár, Rúni, Meiken, Hilda og Bogi, Oddur og Sam.   

Tað eru nakrar løtur, tá tað er eyka stuttligt at vera tann landsstýrismaðurin, sum varðar av ítróttinum.  

Til dømis dagar, sum í dag. Tá tað fara ungir føroyingar út í heim at umboða Føroyar - og tit so koma aftur við 9 heiðursmerkjum, nógvum betraðum persónligum tíðum og flottum avrikum, sum gera okkum øll so sera errin.  

Hjartaliga til lukku!  

Tit hava ØLL verið góð umboð fyriFøroyar, og tað hevur verið ein frægd at fylgt tykkum, meðan tit hava kappast.  

Tit í Parasport Føroyum hava eisini gjørt tað lætt hjá okkum her heima at fylgt við í kappingunum – og tað skulu tit eiga stóra tøkk og rós fyri. Og eg haldi sum heild, at føroysku miðlarnir áttu at gjørt nógv meiri burturúr at fylgt tykkum og sagt frá tykkara kappingum.  

*** 

Eg havi eisini sjálvur íðkað ítrótt. Og hóast eg ongantíð havi luttikið á eini so stórari, altjóða kapping, sum tit júst koma frá í  Abu Dhabi, so veit eg, at tað skal nógv venjing til.  

Passar tað ikki? 

Tit hava vant í  óteljandi  nógvar  tímar, fyri at gerast klár til  hesa stóru kappingina. 

Og tit hava havt góðar venjarar, sum hava arbeitt seriøst og kýtt seg fyri at fáa tað allarbesta burturúr tykkum.  

Og tað eru nógv fólk kring tykkum, sum hava hjálpt til og stuðlað – og eggjað tykkum til. Ikki minstteir dagarnar, tá tit kanska ikki orkaðu so væl at venja.Tá tað var myrkt og kalt og regn- ogtit heldur kundu hugsað tykkum at brúkt tíðina til okkurt annað.  

Men nú standa tit her. 

Og eg giti, at tá tit nú hyggja afturá,  so eru tit glað fyri, at tit tóku  hetta  í so stórum álvara, og at tit vandu so nógv.  

Tí tá  tú hevur fingið  heiðursmerkið um hálsin, ella tá    hevur sæð, hvussu nógv betri    kanst gerast við miðvísari venjing og áræði, so  veksur hugurin til at  koyra enn meiri á.  

Fyri ikki at tala um tær fantastisku upplivingarnar, tit hava fingið, og øllum hinum íðkarunum úr øllum heiminum, sum tit hava møtt og kappast ímóti. Tað er eisini ein stór og góð  tileggjan til at halda á við venjingini. 

Tá man sær og upplivir alt hetta, gevur venjingin góða meining.  Eisini  tær keðiligu venjingarnar í myrkri og kulda og regni, tá man í grundini heldur kundi hugsað sær at gjørt okkurt annað. 

*** 

Av tí, at eg eisini sjálvur havi íðkað ymsan ítrótt, veit eg, hvussu ótrúliga stuttligt tað er at vinna.

Men onkuntíð er avrikið - og úrslitið - eisini ótrúliga flott, hóast tað ikki røkkur til eitt heiðursmerki. Tí sjálvt um vit kappast ímóti hinum - so kappast vit fyrst og fremst ímóti okkum sjálvum. Og tá vit gerast betri; tá vit vinna á okkum sjálvum; so kunnu vit av røttum vera errin.  

Og  við ítrótti er tað tíbetur eisini so, at hóast vit ikki vinna heiðursmerki, so vinna vit so nógv annað. Øll, sum íðka, vinna okkurt. Og tað ger ítrótt so serstakan og góðan. 

- Øll, sum íðka,vinna sær betri heilsu. Vit verða betri fyri, og tað er gott bæði fyri kroppin og heilan. 

- Vit verða í betri lag, tá vit íðka – tí venjingleysgevurnøkur evni í heilanum, sum gera okkum glað og nøgd.   

- Vit fáa upplivingar og vinir fyri lívið, tá vit fara uppí ítrótt. 

- Og ítrótturin fær okkum uppí sterkar felagsskapir, sum geva okkum eina kenslu av at hoyra til. Sum geva okkum eina kenslu av, at vit ikkierueinsamøll. Og tað hevur týdning fyri øll menniskju. At vera ein partur av eini heild. At hoyra til. 

So bara við at vera við, hava tit øll longu vunnið eina rúgvu. 

Hartil eru tit nú partur av føroyska landsliðshópinum. Í Føroyum eru tað ótrúliga nógv fólk, sum íðka ítrótt. Men bara nøkur heilt fá sleppa á eitt landslið at umboða Føroyar, sum tit júst hava gjørt. So við tað eru tit komin nógv longur enn tey flestu. Eg havi til dømis ongantíð verið á nøkrum landsliði, sjálvt um eg havi íðkað ítrótt í nógv ár. Eisini longur enn eg, tí hóast eg havi íðkað nógvan ítrótt, havi eg ongantíð verið á nøkrum landsliði.  

Og í mun til hinar føroyingarnar, sum luttaka a Olympisku leikunum, so sleppa tit at kappast sum føroyingar undir Merkinum – og at umboða Føroyar. Tað er stórt! 

Og meðan tit hava verið burturi, hava miðlarnir  tosað um tykkum,  fólk hava heppað  á tykkum  og  hildið við tykkum, og vit hava verið fegin og errin um tykkara avrik.  

So tað, at tit hvør í sínum lagi hava brúkt so nógva tíð til venjingar, at tit hava verið seriøs og røsktað  hevur faktiskt eisini styrkt  felagskensluna  millum føroyingar, sum heild.  

Tí hóast vit eru ymisk – og hóast vit mangan er ósamd – so standa vit øll saman, tá okkara ítróttarfólk eru uttanlands og kappast. Tá eru vit øll í  sama  parti – í  tykkara parti.  

Og tað hevur sera stóran týdning, at vit – fólkið í Føroyum - av og á øll hava okkurt at standa saman um. 

So takk fyri tykkara avrik! Og takk fyri at tit við so stórum áræði hildu tykkum til at kappast við onnur úr øllum heiminum! 

*** 

Í eini av frálíku lýsingunum fyri hesar leikirnar varð sagt nakað soleiðis:  

“Um tú heldur, at tú fert at tapa, tapir tú.  

Um tú heldur, at tú ikki megnar, so megnar tú ikki.  

Tí úti í heiminum síggja vit, at góðu úrslitini byrja við viljanum.  Tað snýr seg um hugburð. 

Í lívinum  er tað  av og á soleiðis, at tað  ikki  er  tann sterkasti ella tann skjótasti, sum vinnur, men tann, sum vil tað mest.  

Tann, sum  hugsar: eg kann. “ 

 

Góðu íðkarar:  

Tit hava nú verið heilt í  Abu  Dhabi  og prógvað, at tit kunnu.  

Tillukku við góðu úrslitunum – og takk fyri tann stóra íblásturin, sum tit geva okkum øðrum. 

 

Góðu venjarar og tit í  Parasport  Føroyum: 

Takk fyri tykkara sannføring um, at hesi ungu  kunnu  -  og fyri alt tað veldiga arbeiðið, sum tit leggja í  allar tykkara íðkarar.   Tit prógva aftur og aftur, at »øll kunnu íðka«. 

So enn einaferð: Hjartaliga til lukku tit øll! Og vit øll! 

Vit gleða okkum at fylgja við í, hvussu tað  framyvir fer at gangast tykkum!