07.03.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tíðindafundur um staðseting av nýggja Tjóðleikhúsinum

Tíðindafundur um staðseting av nýggja Tjóðleikhúsinum

Mánadagin 8. mars kl. 11 verður tíðindafundur um staðfesting av nýggja Tjóðleikhúsinum. Tíðindafundurin verður á Panorama á Hotel Hafnia.

Á tíðindafundinum luttaka Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, og Ólavur Jøkladal, formaður í dómsnevndini í arkitektakappingini at tekna Tjóðleikhúsið.

Tilmælið um staðsetingina av Tjóðleikhúsinum verður lagt fram vegna dómsnevndina, ið hevur viðgjørt innkomnu uppskotini um staðseting.

Í samgonguskjalinum er ásett, at nýtt Tjóðleikhús skal byggjast, ið skal vísa fram og geva skapandi listini góðan gróðrarbotn.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og  mentamálum skrivaði í november 2020 út arkitektakapping um Tjóðleikhús.

Kappingin er í tveimum stigum, har fyrsta stigið er staðsetingin av Tjóðleikhúsinum í Tórshavn. Uppskotini um staðseting skuldu vera inni 2. februar.

Ein dómsnevnd við luttøku av tveimum útlendskum fakdómarum hevur viðgjørt innkomnu uppskotini.

Tá staðsetingin av Tjóðleikhúsinum er gjørd, verður farið undir næsta stig í kappingini. Í næsta kappingarstiginum skulu luttakandi arkitektarnir gera uppskot til, hvussu Tjóðleikhúsið skal byggjast í samljóði við valdu staðsetingina. Skitsuuppskotini um Tjóðleikhúsið skulu vera inni seinni í ár.

Fimm samtøk av arkitektum eru góðkend framman undan at luttaka í kappingini.