05.04.2019 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Takk fyri samanhaldskensluna - Røða Høgna Hoydals til ÍSF á 80 ára degnum

Røða til ÍSF á 80 ára degnum, 4. apríl 2019 í Smæruni

Góðu tit øll

Tað er 1. februar 1980.

Høllin á Hálsi er stúgvandi full – og huglagið er elektriskt.

Heimurin er komin til Føroya, nú føroysku hondbóltsmenninir hava bjóðað heimsins bestu hondbóltsstjørnum av.

Hetta fríggjakvøldið skulu føroysku menninir spæla fyrsta dystin í CHM kappingini ímóti heimsstjørnunum úr Italia.

Eg eri ein 13 ára gamal unglingi – og eg havi leitað mær oman til Havnar úr Hoyvík saman við liðfeløgum úr mínum elskaða H71.

Hetta var fyrstuferð, eg veruliga merkti, hvørja ávirkan ítróttur kann hava á eina tjóð.

Tí høllin kókaði. Alt samfelagið kókaði.

Tað var ikki tann sami stemningurin, sum til dystir í heimligu kappingini – hóast áskoðararnir eisini tá kundu vera sera spentir.

Hetta var øðrvísi. Tað var eitt erni og ein stoltleiki – og sjálvt um eg var blaðungur, merkti eg væl undirliggjandi kensluna av tí felagsskapinum, sum hetta skapti. Hon gav mær áræði, og hon rørdi meg – alt í senn.

Tí vit stóðu øll saman. Øll livdu við í dystinum – og kenslurnar vóru uttaná.

Dysturin leikaði javnt á. Italia legði seg tepurt á odda – men Føroyar javnaðu. Og tá Føroyar eitt skifti vóru á odda í seinna hálvleiki, var einki óført.

Vit hálsfevndust, vit skrálaðu og vit ynsktu at bera okkara menn fram á eini bylgju av positivari orku.

Italia kom framumaftur - og tá vit beint áðrenn dystarlok javnaðu, var ekstasan nádd.

Tíverri skoraði Italia í seinastu sekundunum.

Tað var eitt vónbrot. Men tað oyðilegði kortini ikki henda grundleggjandi gleðisrúsin.

Og tá eg hugsi um hendan dystin – og hesa kappingina, minnist eg enn hesa felagskensluna, sum eg ongantíð áður hevði upplivað í sama mun.

Føroyar bjóðaðu teimum stóru av. Vit áttu toppskoraran í kappingini. Tað var dirvið. Tað var árræði. Tað var kraft og trúgv á egin evni. Og tað smittaði.

Hetta var mín opinbering um ta sterku megina, sum býr í ítróttinum.

Tí sjálvt um hetta var úrslitið av taktisku førleikunum hjá venjaranum og beinhørðu venjingini hjá leikarunum; hóast hetta var úrslitið av arbeiðinum og viljanum hjá nøkrum fáum – so kendu vit okkum øll sum ein part av tí.  

Okkara kenslur, okkara stoltleiki og okkara samleiki blivu drigin uppí.

***

Síðani havi eg upplivað hesa heilt serligu ítróttarkensluna ofta. Í Landskrona. Á Svangaskarði og á Tórsvølli. Til oyggjaleikir – ikki minst í Føroyum 1989. Á Olympisku leikunum og á Paralympisku leikunum. Til Special Olympics. Til HM-kappingar í inniróðri. Til fimleikakapping á Isle of Man, har dóttir mín var millum tey, ið umboðaðu Føroyar. Við U-21 hondbóltsdreingjunum í Algeria, har sonurin spældi við.

Og sjálvandi kring hallir og vallir um alt landið.

Tað er ítróttur á hægsta stigi, men tað er eisini so nógv meiri enn tað, tá vit bjóða øðrum londum av.

Og alt hetta – allar hesar upplivingarnar, sum ríka og samansjóða okkum øll – lata seg fyrst og fremst gera, tí hugsjónarfólk fyri 80 árum síðani tóku stig til at stovna ÍSF.

Í 80 ár hava tit í ÍSF megnað at sameint allan tann føroyska ítróttin – og tit hava støðugt tikið væl ímóti og stuðlað nýggjum ítróttargreinum, sum hava stungið seg upp.

Tit gera somuleiðis eitt megnararbeiði fyri at tryggja bæði nevndum og venjarum betri førleikar við skeiðum og kunning – og tit eggja feløgunum til at lofta bæði breiddini og úrmælingunum.

Eg eri sannførdur um, at skulu vit hava úrmælingarnar, so tørvar okkum breiddina.

Og skulu vit hava breiddina, mugu vit eggja børnunum til og tryggja teimum, at tað er stuttligt at vera við. Eisini tá man tapir. At tað er sosialt og mennandi spæl, sum spakuliga kann økjast í seriøsiteti, inntil tey bestu kunnu fáa eyka stimbran og gerast elita. Tað er ein greið fortreyt, um vit skulu náa enn longur.

Hetta vóru eisini millum visjónirnar hjá teimum undangongufólkunum, ið stovnaðu ÍSF: At eggja til ítrótt og spæl til frama fyri fólkaheilsuna. Eina sunna sál í einum sunnum likami. At fáa børn, ung og fólk kring landið at íðka ítrótt og skapa felagsskap.

Og sanniliga hevur tað borið til. Øll tey feløg og alt tað sjálvbodna arbeiðið í ítróttarfeløgunum kring landið eru tað livandi grundarlagið.  Og munnu vit ikki eisini tátta í heimsmet, tá ræður um luttøku í ítrótti og ítróttarfeløgum í mun til fólkatalið?

Men eg veit, at tit í ÍSF støðugt stremba enn longur.

Til dømis hava tit okkara treytaleysa stuðul í stríðnum fyri, at føroysk ítróttarfólk í øllum samanhangum skulu kunna kappast undir Merkinum. At vit skulu kunna vera føroyingar – eisini í altjóða ítróttahøpi.

Eg eri eisini fullgreiður um, at tit hava tørv á styrki og stuðli frá myndugleikunum í øðrum høpi eisini. Og tíverri eri eg eisini greiður yvir, at tað av og á kann tykjast møtimikið at spæla við okkum í almennu skipanini. Tí summir av teimum góðu bóltunum, tit senda okkum, verða ikki loftaðir nóg væl.

Lat meg sláa fast, at tað hvørki skortar uppá vilja ella virðing.

Tað er okkara ábyrgd at útvega karmarnar sum stuðla og lætta um tykkara arbeiði  - og at útvega pening til støðugt at bøta um umstøðurnar. Hetta vilja vit fegin.

Ein multihøll til fleiri av okkara ítróttagreinum eigur at vera næsta stóra stigið – og so mugu vit sjálvandi eisini fáa oyggjaleikirnar heim aftur til Føroya sum skjótast.

Tað fyrsta, sum eg tó kann lova við vissu, er, at vit í løtuni arbeiða hart fyri at tryggja eina eykajáttan, so fíggjarliga ískoytið frá landinum til altjóða kappingar verður hækkað munandi.

Og fyrsta liðið, sum fær ágóðan av tí, er føroyska hondbóltslandsliðið, sum aftur hevur bjóðað teimum størstu av og skal luttaka í HM.

Tíverri verða heimavallirnir á hesum sinni í Danmark. Vit fara tí ikki á sama hátt at uppliva gandakenda stemningin, sum enn situr so fastur í mær frá CHM kappingini í 1980. Vónandi kunnu miðlarnir tó hjálpa til, so vit kortini kunnu merkja hesa eyðkendu samanhaldskensluna.

***

Góðu tit í ÍSF. Undanfarin og verandi, sum hava myndað og ment hetta sambandið í 80 ár.

Góðu sersambond, sum vaksa út frá ÍSF – Hjartaliga til lukku við stóra, runda degnum.

80 ár er ein høgur aldur. Kortini eru tit ikki sum ein viknandi oldingi, men sum ein frískur og ferðugur unglingi – við 80 árum av royndum í skjáttuni.

Í grundini munnu tit sjálvi vera besta tekini um, hvussu góður ítróttur er fyri heilsuna.

Eg fegnist um tykkara viðspæl, eins væl og tykkara mótspæl, sum bæði tvey krevjast fyri at tryggja menning og framgongd. Altíð siðilig at fáast við, men kortini altíð við høgum málum og stórum ætlanum fyri Føroyar sum ítróttatjóð.

Tað er mær ein heiður at bera tykkum hesa heilsanina í dag, og tað er við stórari virðing, at eg eyðmjúkliga takki tykkum. Bæði tykkum í ÍSF, tykkum í sersambondunum – og øllum teimum mongu; lønt sum ólønt; sum dagliga gera eitt veldigt arbeiði fyri børn, ung og vaksin í øllum landinum.

Takk fyri upplivingarnar; fyri tær túsundatals smáu venjingarløturnar – og fyri tær heilt stóru og rørandi løturnar, tá vit darra av stoltleika.

Mest av øllum takk fyri ta samansjóðandi ávirkanina, sum vit merkja, tá tit lata okkum í almenninginum fáa ognarlut í tykkara drúgva arbeiði, stríði og neyvu fyrireiking.

Og vit eru fegin um - tá ítróttarfeløg kring landið um vikuskiftið lata dyrnar upp fyri almenninginum til »Opið hús«, at vit kunnu vera við til at stuðla hesum frálíka tiltakinum, har vit øll kunnu sleppa at royna okkum í vási hjá ymsu ítróttarfeløgunum kring landið. Tað er eitt frálíkt hugskot!

Hjartaliga tøkk – og hjartaliga til lukku!