09.08.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tað snýr seg ikki bara um endaliga prógvið - men um alla tilgongdina

Tað snýr seg ikki bara um endaliga prógvið - men um alla tilgongdina

Í dag var stórfingin móttøka á Glasi, nú stóri skúladepilin í Marknagili loksins verður tikin í nýtslu.

Fólk streymaðu inn frá tí, at dyrnar vórðu lætnar upp, og afturmeldingarnar frá gestunum vóru sera positivar, nú ungdómurin fær so stórsligdnar umstøður.

Millum røðararnar var eisini Rigmor Dam, landsstýriskvinna, ið vegna Mentamálaráðið nú alment yvirtekur bygningin. Í røðu síni segði hon millum annað:

»Havi mangan hugsað, at hesin bygningurin, sum trónar so hábærsliga yvir Havnini, minnir um eitt vakstrarhús í einum botaniskum hava. Og ein skúli er um nakað eitt vakstrarhús, har ljós og hiti streyma inn – har upplýsing og relatiónir eiga rúm.

Runda skapið og gjøgnumskygda glasið geva lívd, ljós og hita, so spírarnir fáa bestu gróðrarlíkindi at festa røtur.

Og sum øllum kunnugt: Røturnar eru tær fyrstu at vaksa, eftir at vit hava sátt tað lítla fræið í moldina. Fyrst grevur tað seg djúpt niður í jørðina og tryggjar sær festi - styrki og javnvág, áðrenn tað toyggir seg út í ljósið, út í heim.

Rótfesti er fortreytin fyri vøkstri og ávøkstri,« segði Rigmor Dam millum annað, áðrenn hon vísti á at:

»At nema sær eina útbúgving snýr seg ikki bara um bókligan ella handaligan lærdóm. Ein útbúgving er ikki eitt produkt, men ein prosess. Tað snýr seg ikki bara um endaliga prógvið – men um alla tilgongdina«.

Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her