15.09.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðulslýsing: Miðlastuðul til lønir og verkætlanir

Stuðulslýsing: Miðlastuðul til lønir og verkætlanir

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir nú møguleikan at søkja um miðlastuðul til ávikavist lønir og verkætlanir. Verkætlanir kunnu eitt nú fevna um greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a., ið tíðindamiðlar framleiða við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.

Á fíggjarlógini eru tvær mió. kr. settar av til miðlastuðulin. Av hesum verða 70 % svarandi til 1,4 mió. kr., brúkt til verkætlanarstuðul. Í vár vórðu 1.080.643,26 kr. býttar út, og eftir til hetta seinna verkætlanarstuðulsumfar eru 319.356,74 kr.

30 % av játtanini, svarandi til 600 tús. kr., verða brúkt til lønarstuðul, grundað á skjalprógvaðar lønarútreiðslur.

Freistin at søkja lønarstuðul og verkætlanarstuðul er mánadagin 17. oktobur 2022 kl. 12.00.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til ávikavist lønir og verkætlanir-heyst 2022, sum liggja á heimasíðu Uttanríkis- og mentamálaráðsins, og sum kunnu takast niður her. Sambært lógini er tað Miðlastuðulsnevndin, ið tekur endaligar avgerðir um miðlastuðul.

Víst verður eisini til lóg um miðlastuðul: https://logir.fo/Logtingslog/35-fra-31-03-2017-midlastudul og til kunngerð um miðlastuðul til verkætlanir: https://logir.fo/Kunngerd/1-fra-23-12-2021-um-midlastudul-til-verkaetlanir

Umsóknir skulu sendast til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Tinghúsvegur 5-7

Postrúm 3279

110 Tórshavn

ella um teldupost til midlastudul@ummr.fo