07.01.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðulin lønar seg aftur í longdini - Røða til Úrval 2018

Fríggjadagin 4. januar varð kunngjørt hvørji ítróttarfólk fingu lut í Úrvali, sum er stuðulsskipanin hjá ÍSF til seraliga dugnalig ella evnarík ítróttarfólk. Í ár var upphæddin knapt 1,3 millión.,

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, var við til handanina og helt hesa røðuna:

Góðu tit øll – ítróttarfólk, avvarandi, sersambond og tit í ÍSF.

Gott nýggjár – og takk fyri at eg varð boðin við til hesa spennandi hátíðarløtuna í dag.

Eg fari at siga tykkum eina lítla søgu. Tað er ein søga um ein fugl og eina býflugu, sum kendi listamaðurin Leonardo Da Vinci skrivaði fyri nógvum árum síðani.

Tað var soleiðis, at býflugan hevði flogið nakað nær vatnskorpuni í eini á, og vatn var spruttað upp á veingirnar, so hon hevði ilt við at halda flognum. Spakuliga gekk orkan fyri, og neyðars býflugan stríddist at enda fyri lívinum í vatnskorpuni. Hetta sá ein fuglur, sum sat á einari grein har tætt við. Hann var kvikur og pikkaði eitt blað, so tað datt niður til býfluguna. Hon klóraði seg uppá blaðið - og løtu seinni hevði hon rindað møðina, veingirnir tornaðu og hon kundi aftur flúgva avstað.

Nakrar dagar seinni varnaðist hendan sama býflugan ein mann við byrsu ímillum trøini. Hon sá, at hann siktaði – og at hann ætlaði sær at skjóta júst tann fuglin, sum hevði hjálpt henni nakrar dagar frammanundan. Býflugan var kvik og stakk mannin. Skotið small, men maðurin gjørdist so kløkkur av stinginum, at hann rakti ikki fuglin.

Sjálvt um fuglurin ikki ætlaði sær nakað afturfyri, tá hann hjálpti býfluguni, fekk hann kortini eina tænastu afturímóti.

Og ofta er tað so, at tá vit hjálpa og stuðla – so fáa vit tað onkursvegna aftur. Tað lønar seg mangan aftur í longdini.

Tit ítróttarfólk, sum hava evni, megi og árræði til at koma langt, stríðast mangan sum tann lítla býflugan - við afturpartinum í vatnskorpuni. Tí tað krevur nógv at íðka á høgum støði, samstundis, sum tit skulu forvinna pengar fyri bæði útgerð og breyð á borðið.

Vit kunnu kanska siga, at vit í dag ynskja at vera sum fuglurin, sum sá stríðið og pikkaði eitt lítið blað, so býflugan kundi fáa ein skáa og koma fyri seg.

“Úrval” er ætlað tykkum sum ein skái og ein stuðul, so tit í eitt tíðarkeið kunnu sleppa undan at hugsa um forvinning - og heldur savna tykkum um ítróttin. Tað er ætlað tykkum sum eitt blað á vatnskorpuni, so tit ikki missa orkuna og geva upp.

Vit gera tað ikki, fyri at tit seinni skulu gera okkum eina tænastu afturímóti. Her eru eingir baktankar.

Men vit vita samstundis, at tá ið vit lata – so fáa vit so mangan okkurt afturfyri.

Fyri at sitera Elina Heðinsdóttir Joensen, forseta í Ítróttarsambandinum, tá hon í fyrraárið setti ólavsøkuna:

»At ítrótturin kostar nógv, er púra rætt. Men við í roknistykkið mugu vit so eisini taka alt tað, sum vit øll fáa afturfyri. Tey, sum luttaka í ítrótti, læra disiplin, samstarv, ítróttarligar og sosialar spælireglur - og úthaldni. Tey læra at lurta og akta. At fungera í eini heild. At taka ábyrgd - bæði fyri sær sjálvum og øðrum. At liva heilsugott. Og hvar hevði allur hesin ungdómurin verið, um hann ikki var við í ítrótti? Og hvat hevði TAÐ ikki kostað í longdini? Fremstu ítróttarfólkini samansjóða eisini alla tjóðina og styrkja føroyska felagsskapin. Hvat man alt hetta vera vert fyri samfelagið?«

Svarið til spurningin, sum forsetin í ÍSF setti, er hetta:

Ítrótturin hevur eitt ómetaliga stórt samfelagssligt virði. Uppá so ómetaliga nógvar mátar!

Í dag verða nøkur, sum fáa lut í Úrvals-upphæddini. Í ár er tað knapt 1,3 millión tilsamans. Vit vænta ikki at fáa hana aftur frá tykkum.

Men tá ið tað gongur tykkum væl; tá vit frætta um tykkara góðu úrslit – tá gleðast vit øll. Tá styrkja tit felagskensluna í landinum. Og tá tykkara góðu úrslit verða umrødd í miðlunum, eggjar tað okkara børnum og okkara ungdómi til at halda á. Til at fylgja sínum dreymum – sama hvørjir teir eru. Og at trúgva uppá, at tað ber til.

Og tað er tænastan, sum tit veita okkum afturímóti. Tað, sum tit longu hava uppnátt – og tað, sum vit trúgva og vænta, at tit frameftir fara at útinna, er takkarlønin. Og vit gleða okkum at taka ímóti henni, tí hon er kærkomin. Serliga í einum lítlum landi, sum Føroyum.

Nú gleða vit okkum eisini til at hoyra, hvørji tit eru, sum eru útvald til Úrval í ár.

Takk fyri!