22.10.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðul til yrkisleiklist 2021

Stuðul til yrkisleiklist 2021

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2021.

Umsóknarblað og vegleiðing eru at finna á heimasíðu Uttanríkis- og mentamálaráðsins, www.ummr.fo undir ”Mentan” – ”Oyðubløð” ella kunnu fáast við at venda sær til Uttanríkis- og mentamálaráðið. Freistin at søkja um stuðul er fríggjadagin 4. desembur 2020.


Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.

Umsóknir skulu sendast til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella um t-post til ummr@ummr.fo

GG! Stuðul verður latin treytað av, at játtan verður tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2021. Játtanin í 2020 var 650.000 kr.

Myndatøka: HeinesenMyndir