22.01.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðul til yrkisleiklist 2020 - endurlýsing

Stuðul til yrkisleiklist 2020 - endurlýsing

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2020. Lýst varð við freist 15. november 2019, men av tí at játtan enn er tøk, verður lýst av nýggjum.

Umsóknarblað og vegleiðing eru at finna á heimasíðuni: www.ummr.fo undir ”Mentan” – ”Oyðubløð” ella kunnu fáast við at venda sær til Uttanríkis- og mentamálaráðið. Freistin at søkja um stuðul er 17. februar 2020.

Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.

Umsóknir skulu sendast til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella um t-post til ummr@ummr.fo

TVAZZ: Stovugentirnar eftir Jean Genet, 2014

Myndatøka: HeinesenMyndir