28.09.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðul til yrkisleiklist 2019

Stuðul til yrkisleiklist 2019

Mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2019.

Umsóknarblað og vegleiðing eru at finna á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo  undir ”Oyðubløð” ella kunnu fáast við at venda sær til Mentamálaráðið.

Freistin at søkja um stuðul er 15. november 2018.

Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.


Umsóknir skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella um teldupost til mmr@mmr.fo.

GG! Stuðul verður latin treytað av, at játtan verður tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2019. Játtanin í 2018 var 650.000 kr.