04.03.2021 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2021

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2021

Lýst verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi.

Í umsóknarumfarinum 2021 verður dentur lagdur á gransking, ið er tengd at, tó ikki avmarkað til ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.

Ryggurin er eitt týðandi jarðfrøðiligt mark millum Norðuratlantshavið og lágarktiska havøkið. Økið er sera fjøltáttað og vísindaliga áhugavert fyri londini á Rygginum.

Dentur verður lagdur á samstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark. Granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum skulu samstarva um verkætlanina. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging.

Mælt verður til, at umsóknir fevna um starvssetanir av ph.d. lesandi ella Postdoc granskarum. Tey, ið verða sett í starv, skulu vera ein part av tíðini í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum.

Tilsamans 16 mió. kr. eru leysar at søkja í hesum umfarinum. Ein triðingur av útboðnum er ætlaður granskingarverkætlanum í føroyskum sjóøki.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 4 mió. kr. Stuðul verður væntandi latin til millum fýra og sjey verkætlanir.

Sí meira kunning her.