08.04.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði

Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði

Freistin at søkja um stuðul til barna- og ungdómsarbeiði er 15. apríl 2022.

Tann upphæddin, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burtur av veddingarpengunum, verður nýtt sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.

Tey, ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum og ungum til gagns, eru vælkomin at søkja.

Umsóknir um stuðul til fløgu- og bókaútgávu skulu sendast til Mentanargrunn Landsins.

Umsóknarblaðið er at finna her.