17.12.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Steinbjørn Hardlei rektari á Glasi

Steinbjørn Hardlei rektari á Glasi

Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur gjørt av at seta Steinbjørn Hardlei í starvið sum rektari á Glasi.

Steinbjørn Hardlei er 50 ára gamal og útbúgvin cand.oecon. frá universitetinum í Århus. Harumframt hevur hann sertifiseraða altjóða útbúgving innan broytingarleiðslu.

Steinbjørn Hardlei hevur 20 ára leiðsluroyndir frá størri fyritøkum og skúlum. Hann hevur leiðsluroyndir frá Eik Banka og Atlantic Airways, har hann serliga hevur havt ábyrgd innan starvsfólkaøkið og organisatoriska økið. Eisini hevur hann havt egna ráðgevarafyritøku innan strategiska leiðslu, HR og organisatiónsbroytingar.

Steinbjørn Hardlei hevur fjølbroyttar royndir sum undirvísari á miðnámi, yrkisnámi og hægri námi. Hann var stjóri á Føroya Handilsskúla, tá ið samanleggingin av teimum trimum skúlunum á Glasi byrjaði. Aftaná samanleggingina var hann settur sum umsitingarstjóri, og seinastu mánaðirnar hevur hann verður virkandi rektari á Glasi.

Nýggi rektarin byrjar í starvinum 1. januar 2020.