10.01.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Starvsvenjing í NAFO

Starvsvenjing í NAFO

Føroyingar hava møguleika at koma í starvsvenjing í NAFO. NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) er millumtjóða felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Limalondini í NAFO eru Føroyar, Grønland, Kanada, ES, Noreg, Ísland, Russland, Suðurkorea, Japan, USA, Kuba, Ukraina og Frakland, vegna oyggjarnar St. Pierre og Miquelon.

NAFO hevur eina skipan fyri starvsvenjing fyri lesandi, nýútbúgvin og fólk, ið eru í byrjanini av teirra starvsleið. Í starvsvenjing fæst innlit í virksemi hjá NAFO og royndir í at arbeiða í einum millumtjóðafelagsskapi.

Fólk úr limalondunum í NAFO kunnu søkja. Starvsstaður er høvuðsskrivstovan hjá NAFO í Dartmouth, Kanada. Starvstíðin er upp í 3 mánaðir.

Undir starvsvenjingini veitir NAFO eina samsýning á 1750 kanadiskar dollarar um mánaðin.

Í 2020 eru tvey starvsvenjingarstørv leys at søkja, og umsóknarfreistin er 31. januar 2019.

Meira fæst at vita um starvsvenjingina her.

Kunning um NAFO er at finna á heimasíðuni hjá felagsskapinum www.nafo.int