Soleiðis verða próvtøkurnar í summar

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at broytingar verða í próvtøkunum á miðnáms- og yrkisskúlunum í ár. Orsøkin til broytingina er íkomna støðan við Covid-19.
Í høvuðsheitum merkja broytingarnar, at 3. árs næmingar á øllum breytum skulu til tvær próvtøkur, 2. árs næmingar á Fyrireikingarbreytini skulu til fýra próvtøkur og næmingarnir í 1. og 2. s skulu ikki til próvtøku í summar.
Miðnámsskúlar
Seinasti undirvísingardagur hjá endaflokkunum er 15. mai 2020. Próvtøkuætlanin og ársmetini hjá endaflokkunum verða kunngjørd næmingum og lærarum hendan dagin.
Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:
Gymnasialt miðnám |
Skrivligar próvtøkur |
Munnligar próvtøkur |
Próvtøkur tilsamans |
3. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK |
Øll skulu til próvtøku í føroyskum.
|
Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingarlistanum. |
Tvær: ein skrivlig og ein munnlig. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
2. árs næmingar á FYR |
Tvær lærugreinar. Øll skulu til próvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingar- listanum. |
Tvær lærugreinar. Øll skulu til próvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingar-listanum. |
Fýra: tvær skrivligar og tvær munnligar Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtøl. |
1. og 2. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK |
|
|
Eingin. Í lærugreinum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal.
|
1.árs næmingar á FYR |
|
|
Eingin. Í lærugreinum, sum enda í ár, verða ársmet givin sum próvtøl.
|
Næmingar, sum taka útbúgvingina yvir fleiri ár, og eru á næstsíðsta ella síðsta ári. |
Til próvtøku í føroyskum, um tey enda hesa lærugreinina í ár. |
Serstøk próvtøkuætlan. |
Serstøk próvtøkuætlan. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
Stakgreinalesandi |
|
|
Í mesta lagi fýra próvtøkur. Miðað verður eftir, at tvær eru skrivligar og tvær munnligar. Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtøl.
|
Sjálvlesandi |
|
|
Til próvtøku í øllum lærugreinum. Onkur próvtøka kann verða flutt til sjúkrapróvtøku-skeiðið. |
Næmingar, sum eru frítiknir fyri próvtøku í føroyskum, vegna fremmandmálsligt bakstøði |
Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein. Miðað verður eftir, at hetta verður ein mállærugrein, t.d. enskt. |
Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingar-listanum. |
Tvær: ein skrivlig og ein munnlig. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
Serstøk próvtøkuætlan verður gjørd fyri næmingar, sum taka 3-ára útbúgving yvir fýra ár og fyri teir næmingar, sum taka útbúgvingina eftir serligari skipan.
Undirvísingin hjá næmingunum í 1. og 2. s umframt 1. árs næmingunum á FYR heldur fram eftir 15. mai, og ársmet verða givin seinasta skúladag, sum er 5. juni.
Yrkisútbúgvingar
Skúlagongdin hjá næmingum á yrkisútbúgvingunum byrjar aftur 20. apríl. Hædd verður tikin fyri tilmælunum hjá heilsumynduleikunum, og undirvísingin verður skipað sambært hesum.
Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:
Yrkisnám |
Almennar lærugreinar |
Yrkislærugreinar |
Bil, El, Maskin, Smiðja, Timbur, Hárfríðkan og Matvøra |
Skúlin skipar sjálvur fyri innanhýsis próvtøkum í lærugreinum á D-, E- og F-stigi |
Skúlin skipar próvtøkurnar í samráð við Yrkisdepilin. |
Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið (FHS) |
Næmingarnir fara til eina próvtøku sambært raðfestingar-listanum. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
Næmingarnir fara til próvtøku í føstu verkætlanini. |
Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið Stakgreinalesandi (lærlingar) |
Næmingarnir fara til eina próvtøku sambært raðfestingarlistanum. Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtal. |
Skúlin skipar hendan partin í samráð við Yrkisdepilin. |
Klædnaatstøðingur og Tilvirkisatstøðingur |
Skúlin skipar saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum. |
Skúlin skipar próvtøkurnar í samráð við Yrkisdepilin. |
Broytingarnar í próvtøkunum á miðnáms- og yrkisskúlunum líkjast teimum broytingunum, sum eru gjørdar í Danmark. Hetta hevur við sær, at einki verður broytt í mun til upptøku av føroyskum næmingum á donskum útbúgvingarstovnum.