19.02.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Skúlastjóri í Eysturskúlanum settur

Skúlastjóri í Eysturskúlanum settur

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Eyðnu Magnussen í starvið sum skúlastjóra í Eysturskúlanum frá 20. februar 2019 at rokna.

Eyðna Magnussen er 51 ára gomul og tók læraraprógv í 1992. Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir umframt leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Eysturskúlanum, og hevur frá 1. januar í ár verið virkandi skúlastjóri. Eisini luttekur Eyðna Magnussen í diplomútbúgvingini innan námsfrøðiliga leiðslu á Fróðskaparsetri Føroya.