13.09.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Skrivstova til leigu á sendistovuni í Keypmannahavn

Skrivstova til leigu á sendistovuni í Keypmannahavn
1 / 8

Sendistova Føroya í Keypmannahavn heldur til á 4. hædd á Norðurbryggjuni, ið liggur í hjartanum í Keypmannahavn.

Norðurbryggjan er gamalt pakkhús frá 1766, ið er umvælt og sett í stand til at húsa sendistovu Føroya, Grønlands og Íslands.

Harumframt er Norðurbryggjan karmur um eina røð av mentunarligum tiltøkum við tilknýti til hesi londini.

Í hølunum hjá Sendistovu Føroya er nú ein skrivstova til leigu.

Talan er um eina rúmliga, ljósa skrivstovu á 30 fermetrar, har pláss er fyri 2-3 arbeiðsstøðum.

Umframt atgongd til skrivstovuna, so kunnu leigarar nýta felagsøkir so sum køk og fundarhøli uttan eyka kostnað.

Áhugaðar fyritøkur og stovnar kunnu venda sær til sendistovuna á telefon +45 32 83 37 70 ella á copenhagen@mfa.fo