01.03.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Setanarrøða frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til Ungt Virki 2024

Setanarrøða frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til Ungt Virki 2024
1 / 3

Góðan morgun øll somul,

Tað er mær ein stórur heiður at seta hetta tiltakið.

Og tað er ein fragd at síggja hesa stimbrandi sjón. 32 básar á tremur við vónum. 32 básar við nýggjum tonkum, hugskotum og vørum. 32 ymisk dømi um, hvussu avbjóðingar kunnu loysast í felagsskapi.

32 bólkar, við tilsamans 140 ungum, sum hava givið alt, sum tit eiga í tykkum, fyri at fremja tykkara hugskot í verki, og at sýna tey so væl fram sum til ber.

Tað er framúr. Men tit eru jú als ikki liðug enn. Um eina løtu fáa tit eisini høvi at greiða frá tykkara hugskotum og tykkara tilgongd.

Spennandi verður at vita hvør vinnur kappingina, men eg ivist ikki í, at tit øll longu hava vunnið eina rúgvu.

Og ikki bara tit. Vit sum samfelag hava longu vunnið eina rúgvu. Tí at duga at arbeiða við nýskapan og íverksetan eru kjarnuførleikar í dagsins samfelag.

Undirvísingin, sum tit hava fingið, og øll tilgongdin fram til kappingina, hevur ment tykkara førleikar at samstarva, at síggja og virðismeta styrkirnar hjá hvørjum øðrum og hjá tykkum sjálvum. Tit eru vorðin betri til at traðka fram, til at skipa tykkum og at leggja til rættis torskildar verkætlanir.

Eg ivist ikki í, at tað, sum tit hava lært í hesum verkætlanunum, fara tit at hava við tykkum alt lívið.

Tit hava lært eina rúgvu um tykkum sjálv og royndirnar, sum tit hava gjørt tykkum, og sum vit síggja í tykkara avrikum, verða sitandi í kroppinum, í høvdinum og í hjartanum. Tit fara at fáa gleði av teimum, óansæð hvørja lívsleið, tit velja tykkum.

Seinnu árini hevur nógv verið gjørt burtur úr íverksetan í Føroyum og eisini í londunum kring okkum. Í skjótt broytiliga heiminum er neyðugt at fylgja við. Fyritøkur koma og fara. Slóðbrótandi uppfinningar og konsept skúgva tað gamla til viks, og mugu seinni víkja fyri øðrum slóðbrótandi loysnum. Viðhvørt eru tað uppfinningar og nýggj tøkni, men líka ofta eru tað heilt nýggir mátar at gera tey somu tingini upp á.

Men íverksetan er eisini at skapa sítt egna arbeiðspláss og at fylgja sínum dreymi. At ein ella fleiri saman gera eina fyritøku, sum loysir uppgávur í nærsamfelagnum. Tað kann eisini vera at fylgja dreyminum um at skapa tónleik ella aðra list, og at gera tað til tykkara vinnuveg.

So ymiskar verkætlanirnar eru og so ymisk, tit sjálv eru, so eru nógvar uppgávur, skyldur og royndir, sum tit øll skulu ígjøgnum. Tað er sjáldan, at ein persónur hevur allar førleikarnar, ella hevur líka stóran áhuga fyri øllum tí, sum skal til, og tí er tað so umráðandi at duga at arbeiða saman og at brúka allar teir ymisku førleikarnar í toyminum.

Nøkur tykkara verða helst íverksetarar. Tit hava fingið basilluna, og tit verða millum tey, sum fara gjøgnum heilt fyri at gera nýggj hugskot og fyritøkur til veruleika.

Onnur velja aðrar leiðir og útbúgva tykkum at røkja størv í fyritøkum, á stovnum og í almennum fyritøkum. Ella at granska og undirvísa. Tá eru hesar royndirnar eins nógv verdar. Tí nýskapan og íverksetan snýr seg ikki einans um at gera nýggjar fyritøkur, men eisini um at skapa nýtt í verandi fyritøkum og í almenna geiranum og samfelagnum.

Heimurin hungrar eftir nýggjum tonkum og kreativum loysnum.

Avbjóðingarnar eru ovurhonds stórar. Grøna orkuskiftið, veðurlagsbroytingarnar. At skapa frið og lív og trivnað kring um í øllum landinum, í heiminum og at hava fólkaræði.

Hjá okkum snýr tað seg eisini um at skapa tjóð og eitt samfelag við egnum máli og samleika og vælferð, sum er mitt í verðini og dugir at samskifta við allan heimin.

Og tað ber væl til í Føroyum. Onkur hevur sagt, at Føroyar eru sum ein evarska lítil bygd í heiminum. Men hvar aðrastaðni í verðini finst ein javnstór bygd, sum klárar at skapa so nógv og at hava so nógv virksemi á øllum økjum?

Tað er tí at vit eru eitt heilt samfelag. Ein heil tjóð, sum vil vera javnsettur partur av verðini. Har okkara merki, kann veitra millum hini.

Og tað klára vit bert, um vit hava fólk sum tykkum. Ágrýtin fólk, sum hava hugflog og dirvi at hugsa heilt nýggjar tankar. Fólk, sum vilja menna seg og sum tora at taka við neyðugum broytingum.

Og týdningarmest av øllum, av fólki, sum megna at samstarva, sum duga at brúka gávurnar hjá hvørjum øðrum og sum fagna og fevna ymiskleikan.

Eg vóni og vænti, at hetta er nakað av tí, sum tit hava fingið burtur úr undirvísingini og burtur úr kappingini.

Hava tit tað - ja, so hava tit øll vunnið. Tit eru tað tilfar, sum dreymar og tjóðir og samfelag eru skapt burturúr.

So til lukku øll somul. Til lukku við at tit standa her, klár at vísa tykkara hugskot fram fyri dómarum, skúlafelagum og okkum øllum.

Við hesum orðum er Ungt virki 2024 sett.