23.05.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Sendistova Føroya í Ísrael er eitt tekin um vinarlag og samtarvsmøguleikar

Sendistova Føroya í Ísrael er eitt tekin um vinarlag og samtarvsmøguleikar
1 / 3

Í dag 23. mai var hátíðarhald á Sendistovu Føroya í Ísrael í samband við, at Føroya hava latið upp sendistovu í Tel Aviv. Hátíðarhaldið er liður í vinnuferð, sum sendistovan fyriskipar, og sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, stendur á odda fyri.

Á hátíðarhaldinum bar landsstýrismaðurin fram røðu. Í røðuni segði landsstýrismaðurin:

At síggja bleiktrandi Krossmerkið vundið í húnar hátt frammanfyri sendistovu okkara, er av sonnum ímyndin av einum vinarlagi millum tjóðir og fólk, sum ikki bert er eiti.

Sendistovan, sum formliga letur upp í dag, er ikki einans eitt tekin um tann týdning Ísrael hevur sum vinartjóð, men eisini sum samstarvspartur, har vit vilja virka fyri samstarvi, ið skal geva báðum pørtum fyrimunir.

Føroyska sendistovan í Ísrael er til reiðar at stuðla undir at samstarvið innan nýmenning fer fram millum Ísrael og Føroyar. Sendistovan hjálpir fegin við at fáa handil við vørum millum londini í gongd, m.a. hágóðsku vørurnar, sum føroyska vinnan er til reiðar at selja ísraelska matmarknaðinum.

Eg gleði meg at fylgja við hvussu hesi sambond og hesin samhandil fara at mennast. (Sí røðu.)

Føroyska ferðalagið vitjar í Ísrael í døgunum 22-26 mai. Á skránni fyri vitjanina er m.a. vinnuvitjanir, framløgur um vinnulív í Ísrael og B2B tiltøk.

Á ferðini skal landsstýrismaðurin eitt nú hitta ísraelska varauttanríkisráðharran, Idan Roll, og mentamálaráðharran, Hili Trooper. Eisini vitjar landsstýrismaðurin Holocaust savnið,Yad Vashem.

Við í ferðalagnum eru umboð fyri Pelagos, Varðan, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Bakkafrost, Nema og Klaksvíkar Kommunu.