03.10.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Samstarvsavtala undirskrivað í Suðuroynni um Føroyskt sum annaðmál

Samstarvsavtala undirskrivað í Suðuroynni um Føroyskt sum annaðmál

Mikudagin tann 28. september varð samstarvsavtala undirskrivað á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri har allar 7 kommunurnar í Suðuroynni samdust um í felag at bjóða undirvísing í føroyskum máli og mentan til tilflytarar, heldur enn at hvør kommuna og hvør kvøldskúlaskipan sær skipar fyri hesum.

Avtalan er gjørd í tøttum samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðið, og er galdandi frá 1. oktober 2022 til 1. oktober 2026.

Uttanríkis- og mentamálaráðið fegnast um hesa samstarvsavtalu og at allar kommunurnar í Suðuroynni við hesum samstarvi menna møguleikarnar í oynni fyri góðari integratión bæði málsliga og á arbeiðsmarknaði.

Kommunurnar vóru umboðaðar av: Anitu Vibergsdóttir varaborgarstjóri í Tvøroyri, Ása Holm borgarstjóri í Porkeri, Delmar Tausen borgarstjóri í Hovi, Niels Olaf Eyvindsson býráðslimur í Hvalba og Bjarni Johansen borgarstjóri í Vági. Hóast tað barst Eyðbirni  Thomsen borgarstjóri í Sumba og Jóannesi Lisberg borgarstjóri í Fámjin frá, so hava teir boða frá, at eisini Sumba og Fámjin taka undir við avtaluni.

Undirvísingin í Føroyskum sum annaðmál í Suðuroynni skúlaárið 2022 – 2023 byrjaði í viku 38 og varir henda í umleið 30 vikur.

Skeiðini enda við próvtøku, og hvør næmingur fær annaðhvørt eina váttan fyri at hava staðið ávísa skeiðseind sambært námsætlanini FSA ella endaligt prógv, sum er váttað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og sum kann brúkast í sambandi við víðari útbúgving á eitt nú miðnámsskúla í Føroyum.

Samstarvið í Suðuroynni bjóðar eisini styttri málskeið, sum undanfyrireiking til tey drúgvaru FSA-málskeiðini.

Avtalað er, at allar kommunur lata hølir til undirvísing eftir tørvi.

Tað verður Tvøroyrar kvøldskúli við Lív Næs sum leiðara, ið framhaldandi kemur at samskipa Føroyskt sum annaðmál í Suðuroynni.

Tað skal vera vón Uttanríkis- og mentamálaráðsins, at tilflytarar í Suðuroynni gagnnýta tilboðið og leita sær kunning um teir møguleikar, sum Kvøldskúlaskipanin í Suðuroynni hevur at bjóða.