06.02.2026 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við Ítróttaráðstevnuna í Kongshøll í Tórshavn hin 6. februar 2026

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við Ítróttaráðstevnuna í Kongshøll í Tórshavn hin 6. februar 2026

Góðan morgun øll somul og av hjarta vælkomin til ítróttaráðstevnuna ”Børnini, breiddin og tey bestu - ítróttur er meira enn bara ítróttur”

At ítróttur er meira enn bara ítróttur, er als onki at ivast í. Taka vit t.d. upplivingina við hondbóltinum í Oslo og Trier, so er ítróttur næstan ein sinnisstøða. Ein miðsavnan av glaðum stuðlandi fólki, sum fylkjast í flokki um nakað, ið vit eru góð við og vilja hava lut í. Nakað, sum rørir hjartastreingir og ta føroysku fólkasálina. 

Soleiðis eru nógvar løtur, har ítrótturin í samfelagshøpi røkkur so langt út um tey, sum íðka. Ítróttur er eisini samanhald og inklusjón. Løtan, tá vit høvdu móttøku fyri okkara íðkarum, sum høvdu luttikið í Special Olympics í Berlin, var ein slík løta. At uppliva gleðina, tá ungu fólkini møttu upp við medaljunum um hálsin aftaná, at tey høvdu umboðað okkum so væl úti í heimi, er eitt varandi minni. 

At ítróttur eisini er umsorgan, kærleiki og vinalag, upplivdu vit, tá Rúni Øster vann stórt á Oyggjaleikunum í fjør og segði, at hann gjørdi tað fyri vinin, Benjamin. 

Man kann lýsa ítróttina úr mongum sjónarhornum. Tað reint likamliga, tað sansaliga, tað sosiala, tað sálarliga, tað samfelagsliga o.s.fr. Taka vit lítla barnið, so er tað íborið at vilja røra seg. Frá at sparka í móðurlívi - til at krúpa, rulla, grulva, standa, ganga, renna og soleiðis at uppliva heimin. 

Alt verður lært gjøgnum kroppin. Heimurin verður upplivaður og royndirnar gjørdar gjøgnum sansirnar og kroppsligu rørslurnar. Tí er rørsla og rørslugleði so avgerandi fyri menningina. So mikið stóran týdning hevur rørslan, at um ein mamma ikki rørir seg í viðgongutíðini og má verða liggjandi, so má man aftaná føðing taka tað við í stimbranina av barninum, soleiðis at sansirnir og javnvágin verða stimbrað nøktandi. 

Tað er ikki avgerandi, hvørjar rørsluførleikar eitt barn hevur. Øll hava bæði gleði av og tørv á rørslu. Munurin er bara, at nøkur kunnu fáa hetta meira natúrliga, meðan onnur mugu hava hjálp til tað. Rørsla er avgerandi og góð fyri øll. 

Vit hava eina felags uppgávu at hjálpa og stuðla børnum í rørslu. Fría spælið hevur stórt virði í hesum - eins og smáu tingini í gerandisdegnum. At ganga, hoppa, bólta rút, lofta o.s.fr. 

Gomlu føroysku barnaspølini hjá Mariusi Johannesen í bókini frá 1979 eru gull verd og áttu at verið brúkt hvønn dag í skúlum, dagstovnum, føðingardøgum, úti sum heima – tey áttu at verið pensum!

Og ofta hugsi eg, hví hava vit ikki ítróttabarnagarðar? 

Eg meini meg hava lisið í norskari kanning, at eitt tað fyrsta tekinið um, at børn og ung ikki trívast, er, at tey ikki hava ítróttaklæði við í skúla og royna at sleppa sær undan ítróttatímunum. Tað gevur nakað at hugsa um. Eisini her er ítróttur ikki bara ítróttur - men eitt høvi at avdúka avbjóðingar og at veita hjálp til barnið. Og eitt, sum vit sjáldan nevna, at tað eisini er í ítróttinum, at tað til ber at síggja, hvussu barnið hevur tað á so mangan hátt - eisini umsorganarliga. 

Góðir vanar tíðliga í lívinum hava týdning. Vit taka teir við okkum gjøgnum lívið. Tað er so nógv truplari at læra seg nýggjar vanar sum eldri. Tí eru barnaárini avgerandi fyri at ogna sær góðar vanar. Her hava vit vaksnu eina stóra ábyrgd. 

Tað er eitt orðatak, sum sigur, at antin brúkar tú tíð uppá rørslu nú, ella brúkar tú tíð uppá sjúku seinni. Ítróttur er heilivágur móti so mongum og hjálpir okkum bæði í sinn og skinn. 

Øll hvørki kunnu ella skulu vinna í ítrótti. Sjálvsagt er stuttligt at vinna, men ítróttur er fyrst og fremst felagsskapur. Felagsskapur millum børnini, millum venjarar og íðkarar, millum áskoðarar, leikarar, nevndarlimir, og tey, sum vaska klæðini, baka køkur, koyra og fara við børnunum og gera annað sjálvboðið arbeiði. Rúm er fyri øllum. Sjálv eri eg ikki ítróttarfólk, men millum mínar allarstørstu upplivingar eru tær í ítróttarfelagsskapi. Pláss má vera fyri øllum. Tað duga feløgini betri nú, enn tá eg var barn. Øll sleppa við, og tað ræður ikki bara um at vinna, meðan børnini eru smá. Tað er eitt mál í sær sjálvum at fáa øll við í breiddina, tí tað er har, at man seinni finnur tey bestu. Breidd og elita treyta hvørt annað. Hinvegin mugu vit heldur ikki vera bangin fyri at vísa serligu talentunum stóran áhuga. Tey skulu sjálvsagt eisini hava miðvísar avbjóðingar. Tað snýr seg ikki um «antin ella», men um «bæði og». 

Ítrótturin lærir eisini børnini at seta sær mál og at droyma. Tey læra at arbeiða fyri sínum dreymum, og at man ofta megnar tað, ið man megnar at droyma um. Tað kann geva góða sjálvkenslu umframt góðan motorik. 

Ítrótturin er samanhangsmegin í nógvum bygdum. Tað er ítróttin, ið vit savnast um. Ítrótturin økir um trivnaðin og um heilsuna. Tí er ein íløga í ítróttalívið altíð eisini ein íløga í trivnað og í at fremja góða heilsu. Ein íløga í felagsskapin og í samfelagið. 

Tað gleða vit okkum til at hoyra nærri um í dag. 

Góða ráðstevnu og takk fyri orðið.

 Myndir Ólavur Fredriksenatt.UBT7BzFMjchn8baLryvI8zwcFCSZSULxfde37V356ys.JPG

IMG_3864.jpeg

att.eFZc2HaFMTrDCs-WS_UUFIVF-2M9OFDuung_68I7aj8.JPGatt.pVwCTx94FIYQwG7fk6fGlTKmGZkm-cKflS4f4isPH8M.JPGatt.SWFlQjCDbUZZP0JUsYwPlbIaeoXIh4GOA4ckQzPN4tA.JPG