26.02.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Røða hjá landsstýrismanninum til SkúlaFM Finaluna 2022 í Løkshøll fríggjadagin 25. februar 2022

Røða hjá landsstýrismanninum til SkúlaFM Finaluna 2022 í Løkshøll fríggjadagin 25. februar 2022

Jenis av Rana, landsstýrismaður, setti dagin og handaði steyp til vinnandi bólkin til SkúlaFM Finaluna 2022, ið fór fram í Løkshøll fyrrapartin fríggjadagin 25. februar 2022. Skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið kappaðust í íverksetan, og vinnarin gjørdist bólkurin OVIS úr Skúlanum við Løkin, ið hevði farmleitt ljóðpanelir úr føroyskari seyða ull.

Góðu næmingar, góðu lærarar, góðu tit øll úr Íverksetarahúsinum og øll tit, sum so ella so hava stuðlað hesum megnar átakinum.

  • Eg eri glaður at fáa hetta høvið, at siga nøkur orð
  • Eg eri spentur at síggja hugskotini, sum verða løgd fram í dag
  • Og eg eri takksamur fyri tykkum ungu: At tit eru so røsk, so dugnalig og so djørv.

Tit ungu síggja heimin við frískum eygum.

Tit hava gott hugflog - Tit tora at hugsa stórar tankar og tit tora at leypa útí tað.

Tit síggja ikki forðingar, sum ringar royndir gjøgnum lívið kunnu hava  avmarkað okkum eldru við.

Drívið á við at gera tykkara dreymar til veruleika!

Tá tað veldst um nýskapan og íverksetan, hava dirvi og drívmegi stóran týdning, fyri at verkætlanin ber á mál. Sum eg havi frætt, hava tit veruliga kýtt tykkum til SkúlaFM í ár. Her eru nógvar spennandi verkætlanir komnar burturúr.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur stuðlað SkúlaFM síðani tað byrjaði fyri 12 árum síðani, og sum landsstýrismaður eri eg ógvuliga tilvitaður um týdningin av íverksetaraátøkum. Nýhugsan og nýskapan eru ikki bara mótaorð, eitt sterkt íverksetaraumhvørvi kemur ikki av sær sjálvum, men krevur, at neyvar fortreytir verða lagdar og støðugt lagaðar.

Okkara fjølbroytta arbeiði í ráðnum innan list og mentan, útbúgving og gransking, er alt við til at menna hesar skapandi førleikarnar hjá øllum tykkum, sum finna uppá, og bróta upp úr nýggjum. Hetta er ein mentan, sum má stuðlast og styrkjast á øllum stigum í skúlaskipanini, heilt frá Fólkaskúlanum til Fróðskaparsetrið. Og enntá áðrenn!

Tí tað skapandi byrjar jú longu at spíra í vøggustovum og barnagørðum. Fyrr varð hildið, at kreativitetur og hugflog var nakað ”orsakað meg” fjas, sum skuldi “avlærast”, áðrenn man kundi gerast veruliga “vaksin”. Í dag sigur gransking, at eginleikarnir at spæla, at spyrja, at fantasera og eksperimentera, verða varðveittar og víðarimentar (gjarna í eini lívslangari læring hjá okkum øllum).

Og tað byrjar at líkjast. Vit hava SkúlaFM, vit hava Íverksetarahúsið í Klaksvík, vit hava Hugskotið í Havn, vit hava FabLab norðuri á Kambsdali og suðuri í Vági. Heiðurslønir verða latnar á hvørjum ári til “Ársins Íverkseta”, Innovasjón og íverksetan eru vorðnar lærugreinir bæði á yrkisnámi og miðnámi, og herfyri byrjaði ein nýggj professjónsbachelor í júst hesum á Glasi. Fleiri stuðulsskipanir eru komnar, sum eggja til innovasjón bæði innan nýggjar og verandi vinnugreinar. Og í næstum fara eg at tilnevna tað nýggja ráðið, ráðið fyri Gransking, Menning og Nýskapan, sum eisini verður eitt týdningarmikið stig á leiðini.

Íløgur í nýggja vitan og íverksetan eru langtíðaríløgur, sum fara at fjølbroyta okkara vinnulív, framtíðartryggja okkara vælferð, og førleikamenna okkara fólk.

Í einum fámentum landi sum Føroyum hava vit tørv á tykkum øllum. Teimum kreativu, teimum náttúruvísindaligu, teimum, sum hava skil fyri tólum og teknikki, fyri fígging og rakstri, fyri sølu- og marknaðarføring. Tað gongur sjón fyri søgn, at tær verkætlanir, sum bera á mál, eru júst tær, sum megna at samanhugsa allar teir ymisku førleikarnar, sum skulu til, fyri at ein vøra ella ein tænasta skal kunna ferðast alla ta longu leið, frá hugskoti til veruleika. Frá tí lokala, til tað globala.

Nýggjar føroyskar fyritøkur fáa fótin fyri seg og summar stíga eisini út í heim. Úr rúgvuni kann eg til dømis nevna:

Nemlia, sum mennir alskyns nútímans tøkni, sum kann samskifta við avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimum og geva teimum innlit í støðuna hjá teirra kæru, sum tey ynskja samband við.

FarPay, sum er ein skipan á netinum til gjaldsloysnir,  at rinda rokningar o.a. við.

Globetracker, sum samanhugsar umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygd við sporføris og eftirlitsskipanir til farmaflutningsvinnuna. Við tí fyri eyga at kunna økja gjøgnumskygni, forða matoyðsli, og minka um CO2 útlát (og spara pening).

Allar stórar fyritøkur byrja í smáum, við tí góða hugskotinum hjá nøkrum fáum.

Og í veruleikanum eigur tað ikki at verða nøkur forðing, at vit eru í Føroyum.

Vit skulu heldur venda tí við og ynskja tykkum ungu til lukku við, at tit eru fødd í Føroyum. Tí “tann amerikanski dreymurin...” er faktisk føroyskur! Tað kann væl vera, at Jeff Bezoz og Bill Gates byrjaðu í eini lítlari garasju í einum stórum landi. Men tit, tit búgva í einum lítlum landi, við stórum møguleikum!

Tit hava tryggar sosialar umstøður, tit eru væl útbúgvin, og tit fáa góðan stuðul bæði so og so. Tit kunnu saktans, møguliga við einum av tykkara verkætlanum, stovna tykkum eitt íverksetarafelag fyri eina krónu! Tí ræður tað um ikki at grava tykkara talentir niður, men at brúka tær gávur, sum tit hava fingið, at gera tykkara dreymar til veruleika!

Nýskapan og nýmenning kunnu ríka okkara samfelag bæði so og so. Tær kunnu geva okkum fleiri møguleikar og marknaðir, og tær kunnu geva tykkum ungu førleikar at fóta tykkum fakliga, í einum heimi, sum broytist skjótari og skjótari.

Í so máta er framtíðin eitt vakurt lyfti um teir mongu møguleikarnir, tit hava at mynda okkara samfelag.

Men framtíðin er eisini ein ábyrgd á tykkara herðum. Tí frá undanfarnum ættarliðum arva tit avbjóðingar, sum verður lætnar tykkum at loysa.

Lat meg nevna avmarkaða náttúrutilfeingið, ójavna býtið, veðurlagsbroytingar, flóttafólkastreymar, matvørukreppur og kríggj. Og møguligar hóttandi farsóttir, sum minna okkum menniskju á, hvussu smá vit í veruleikanum eru - og verjuleys.

Men heldur enn at falla í fátt og goyma okkum fyri hvørjum øðrum, so eiga vit, tvørturum landamørk, at lofta hugskotum hjá hvørjum øðrum; Eiga í felag at møta tíð og avbjóðingum m.a. við nýskapandi felags loysnum, samskifti, samstarvi, vitan og íverksetan; Hetta er vegurin fram.

- Hevði tað ikki verið stuttligt, um loysnir til stórar globalar avbjóðingar í framtíðini komu úr lítlu Føroyum? Frá einum av tykkum ungu íverksetaraspírum, sum standa her í dag?

Tykkara fjølbroyttu verkætlanir boða í øllum førum frá góðum.

Eg takki fyri, at eg fekk hetta høvið at heilsa uppá tykkum og ynski tykkum Guds signing á leiðini fram!