09.06.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Røða hjá landsstýrismanninum, tá talukennarin varð lagdur fram

Røða hjá landsstýrismanninum, tá talukennarin varð lagdur fram

Góða samkoma!

Tað er mær ein stór gleði at verða biðin um at siga nøkur orð á hesum fagnaðardegi. Talukennarin er nú klárur at leggja fram fyri okkum, og tað eri eg ómetaliga spentur uppá. Arbeitt hevur verið í drúgva tíð við hesi verkætlan, sum er eitt stórt máltøkniligt frambrot. Talukennarin kann gerast eitt sera hent og gagnligt amboð hjá eini rúgvu av brúkarum, og stóri og fjølbroytti skarin av luttakarum her í dag ber eisini boð um, at talukennarin kann røkka nógvum málbólkum.

Vit eru von at tosa um okkara móðurmál og um týdningin av at varðveita og menna tað. Vit eru seinastu árini eisini farin at tosa um týdningin av at menna máltøkni og máltøknilig amboð, sum skulu brynja okkum til framtíðina og tryggja, at okkara móðurmál eisini verður partur av talgilda heiminum.

Talgildi heimurin er nú vorðin ein stór avbjóðing fyri føroyska málið, hóast talgildingin eisini er full í møguleikum. Ein avbjóðing, tí tað krevur nógva orku og fígging at fáa tøknina at skilja føroyskt.

Seinastu árini eru fleiri stig tikin á máltøkniøkinum. Vit hava leingi havt teldutaluna, vit hava rættstavaran, arbeitt verður við maskintýðing (Microsoft Translator og Google Translate), og nú hava vit so talukennaran! Tað er sera gleðiligt, tí hesi amboð eru alneyðug fyri at fáa føroyskt mál við inn í tøkniliga heimin, og at fáa føroyska málið við í tøkniliga heimin er alneyðugt, tí tøkniligi heimurin er okkara dagligdagur, okkara veruleiki.

Um máltøkniligu skipanirnar ikki virka nóg væl fyri føroyskt, kann tað merkja, at føroyska málið als ikki verður brúkt í tøkniligum samanhangi.

Máltøknin tosar enskt, eins og børnini tíverri gera í alt ov stóran mun í dag. Um vit ikki gera okkara fyri at læra tøknina føroyskt, so verður føroyska málið ósvitaligt fátækari og í vanda fyri at fána burtur.

Føroyska málið livir, men skal tað liva væl, má tað røkjast, og neyðugir karmar mugu setast fyri at menna tað, og hetta er avgjørt eisini galdandi á máltøkniøkinum. Vit mugu tryggja neyðuga fígging, so til ber hjá málgranskarum og máltøkningum at arbeiða miðvíst við loysnum, sum vit øll kunnu fáa gleði av.

Eg eri tí fegin um, at landsstýrið hevur verið við til at fíggja hetta stóra arbeiði, sum fakfólk og serfrøðingar hava gjørt higartil við verkætlanini Ravni.

Eina serliga tøkk eiga vit í dag at geva Karini Kass, sum hevur verið brennandi eldsálin í hesi verkætlan heilt frá byrjan. Hon er íverksetin, sum tók stig til talukennaran, sum vit í dag kunnu hátíðarhalda.

Í eitt mannaminni hevur hjarta í Karini bankað fyri umstøðunum hjá teimum, sum eru blind og sjónveik. Sum leiðari á Sjóndeplinum hevur tað verið ein partur í dagliga arbeiðinum, men hennara orka og vilji hevur rokkið so ómetaliga nógv longur. Karin eigur ein stóran part av æruni fyri føroysku teldutaluna og nú eisini fyri talukennaranum.

Tað er ikki nokk at hava dreymar, fyri at nakað skal blíva veruleiki. Dreymarnir skulu eisini realiserast.  Karin hevur megnað at skapa undirtøku, finna fígging og fáa góð fólk afturat sær, sum hon hegnisliga hevur leitt fram á mál.

Takk til Karina Kass, sum hevur verið íverkseti og fyrisitingarligur verkætlanarleiðari, takk til fakligan verkætlanarleiðara, málfrøðingar, KT-frøðing og øll hjálparfólkini, sum eru lesandi á Føroyamálsdeildini.

Tit hava gjørt eitt megnar arbeiði. Tit hava sæð tørvin og hava loftað møguleikunum fyri at menna ein talukennara, sum nú er komin so mikið langt, at til ber at leggja hann fram. Tilfarið er alment atkomuligt, ein opin kelda, og tað kann brúkast av fleiri skipanum, t.d. Microsoft Translator. Hetta er avgjørt tann gongda leiðin - at sameina alla orku, so føroyska málið verður partur av talgildu menningini, og so vit í Føroyum kunnu varðveita okkara mál á flestøllum økjum.

Nú verður áhugavert at frætta meir um verkætlanina og talukennaran, og hvat hann kann brúkast til, og hvat kanska er eftir at gera. Eg ynski tykkum øllum, sum hava arbeitt við hesum, blíðan byr við framhaldandi menningini og vóni, at móttøkan verður góð, og at allar góðar kreftir fara at taka væl ímóti og stuðla upp undir talukennaran.

Takk fyri.