03.11.2020 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Røða á hátíðarhaldi á Skúlanum á Fløtum

Røða á hátíðarhaldi á Skúlanum á Fløtum

Røða hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, undir hátíðarhaldinum í samband við nýggi Skúlin á Fløtum varð tikin í nýtslu.

Góðu næmingar, starvsfólk skúlans, skúlastýri og býráðslimir - góðu havnafólk!

Hjartaliga tillukku við nýggja og stásiliga skúlanum.

Næmingar, lærarar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk hava, tykir mær, fingið ein framúr karm fyri tykkara skúlagongd og arbeiðsdegi.

Her er dentur lagdur á framkomnan skúlaskap, ein vælútgjørdan depil til fjøltáttað virksemi innan náttúru og tøkni, alis og evnafrøði, lívfrøði, støddfrøði og landalæru. Somuleiðis hava handaligu og listarligur lærugreinirnar fingið góðar hølisumstøður, KT- parturin er styrktur og møguleikarnir fyri fjarundirvísing, av føroyskum børnum, sum eru uttanlands saman við foreldrunum, t.d. trúboðarum.

Grundhugsjónin fyri skúlanum er at vera fleirvirkin (multifunktionellur), tvs. eisini at verða  frítíðarskúli og hýsa kvøldskúla- og ítróttarvirksemi hjá hjá borgarum í kommununi. Skúlin fer soleiðis at verða ein livandi partur av býarmyndini í Havn, allan skúladagin, seinnapartin og um  kvøldið. Fólk koma at uppliva, at aftaná at skúladagurin er av, fer framvegis at vera virksemi og ljós  úti á Fløtum.

---------------

Fyri løtu síðani sungu vit saman vakra sangin “Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt.” Sangurin sigur frá týdninginum, skúlin hevur fyri okkum menniskju. Í skúlanum búnast og mennast vit, her nema børn okkara lærdóm og fáa neyðugan førning. Hann leiðir okkum gjøgnum barna- og ungdómsárini inn í vaksnamannalívið.

Skúlin er ein av grundsúlunum undir samfelagi okkara. Tað áliggur okkum øllum, sum varð av honum av, at virka fyri góðum umstøðum og tryggum grundarstøði, ið megnar at geva børnum okkara góð og trygg skúlaár.

Vit minnast óivað øll okkara egnu skúlaár, minnast kenslusamar løtur og góðar vónir, tá vit fylgdu børnum okkara fyrsta skúladagin og vónaðu og bóðu eftir, at tíð teirra fór at verða teimum og okkum til signing.

Bøn mín er, at hvør einasti næmingur við gleði fer at minnast aftur á árini, hann gekk í nýggja skúlanum, at hann fer at minnast dagar sínar í skúlanum á Fløtum sum tryggar og mennandi. 

------------

Skúlin á Fløtum er triði nýggi skúlin, eg sum landsstýrismaður havi fingið heiðurin av at vera við til at taka í nýtslu. Glæsiligir skúlar, ið bera boð um stóra arbeiðið, sum verður gjørt fyri at skapa og tryggja ein framkomnan føroyskan fólkaskúla.

Í mei varð Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík vígdur, í oktober Skúlin við Streymin og í dag hátíðarhalda vit, at størsti skúli í landinum - Skúlin á Fløtum – verður tikin í nýtslu.

Føroysku kommurnar eiga stórt rós og stóra tøkk uppiborna fyri hesar stóru íløgur. Hetta er sjón fyri søgn um stóru tøkini, sum verða tikin fyri at stuðla undir og tryggja komandi ættarliðum lærdóm .

Men,ein skúli er meira enn bygningurin, innihaldið verður skapt av teimum, sum mynda skúlan. Hetta árið, eg havi verið landsstýrismaður, havi eg eisini havt gleðina av at hitta mong teirra, sum varða av og eru knýtt at fólkaskúlanum. Hesi, sum hvør á sínum øki ganga høgt upp í og kýta seg fyri at geva børnum okkara lærdóm og góð skúlaár.

Mín sannføring er, at skúlin er í góðum hondum.

--------------

Nýggi Skúlin er millum fremstu skúlar í landinum á KT økinum, tað eiga øll, ið varða av, stórt rós fyri, tí gerandisdagurin krevur, at børn okkara megna talgilda KT veruleikan, sum fyllir meira og meira.  

Men talgildu miðlarnir, tólini og samskiftipallarnir hava við sær vandan, at vit røra okkum ov lítið. Tí er hugaligt at síggja, at týdningurin av rørslu er raðfestur í nýggja skúlanum. Tøkk fái tit fyri tað.

Vit føroyingar hava frá aralds tíð liva í og av náttúruni. Tí er eisini hugtakandi at staðfesta, at náttúruvísind eisini er raðfest við millum annað framkomnari kanningarstovu.

Ikki minni hugalig eru vátrúmini ella arbeiðsrúmini, har børnini kunnu handfara lívfrøðiligt tilfar, kryvja, fletta,  skera upp og viðgera tilfar úr náttúruni.  Skúrarnir vekja góð minni um heystardagar, tá vit sum børn tóku lut í at fletta seyðin. Gott at hesin partur av okkara mentan verður borin víðari.

----------

Grundarlag føroyska skúlans er tað bókliga. Tó eru tað mong børn og ung, sum hava meira hug til handaliga. Tí er tað sera gleðiligt, at Skúlin á Fløtum eisini raðfestur hetta øki og bjóðar næmingum handaligar verkætlanir sum part av undirvísingini.

Eisini listin hevur funnið sín sjálvsagda veg inn í Skúlan, tað fegnast vit um, tí hon ríkar okkum og er ein dýrgripur, vit eiga at geva børnunum lut í.

Enn einaferð- hjartaliga tillukku við nýggja skúlanum og takk, at eg, sum umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, var boðin við til henda hátíðardag.

Harrin vælsigni tykkum og verk tykkara í skúlanum á Fløtum!