08.06.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

RØÐA - 5-mannafar, smíðað í Tórshavnar Kvøldskúla, verður handað Kiwanis

RØÐA - 5-mannafar, smíðað í Tórshavnar Kvøldskúla, verður handað Kiwanis

Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í útbúgvingarmálum, í sambandi við at 5-mannafar, smíðað í Tórshavnar Kvøldskúla verður handað Kiwanis Tórshavn, 7. juni 2019.

Góðu varaborgarstjóri og stjóri á Tórshavnar Kvøldskúla, góðu lærarar, næmingar og tit í Kiwanis Tórshavn. Góðu tit øll.

-       Bundin er bátleysur maður

Aldagamla orðatakið sigur ikki so lítið um, hvussu stóran týdning føroyski báturin hevur havt fyri liviumstøðurnar hjá teimum, ið hava búð í Føroyum.

Vit, sum í dag í stóran mun - heldur enn bátin - brúka bilin til og frá, kunnu hava ilt við at ímynda okkum tað stríð, ið okkara forfedrar høvdu við at skaffa sær og sínum mat í munnin. Tá var føroyski báturin álitið.

Sjálv átti eg langabba í Leirvík, sum førdi ikki færri enn 57 føroyskar bátar til Íslands á Eysturlandið, har hann í 37 summør róði út saman við øðrum føroyingum – serliga leirvíkingum, á Vattanesi, sum er nesið millum Fáskrúðsfjørð og Reyðafjørð. Bátasmiðirnir, Óli bóndi, Niels, Magnus og Símun Johan í Leirvík smíðaðu mangar av hesum bátum. Báturin, Tróndur (Reyparin), sum stendur á Báta- og Listasavninum í Leirvík, hevur verið nýttur til útróður har yviri.

Orðatakið, eg nevndi, sigur nakað um samfelagið, tá bóndin átti bátin, og bátsbandið kravdi, at tey ognarleysu mannaðu hann. Hinvegin sigur orðatakið eisini nakað um, at tann, ið átti bát, ikki var bundin at øðrum, men kundi klára seg sjálvan.

Føroyski báturin var álitið – í fiskiskapi, til veiðu og til flutnings millum oyggjarnar. Soleiðis er ikki longur, men føroyski báturin er tó framvegis ein týðandi partur av okkara sál og samleika - og orsøkin til, at vit eru savnað her í dag. Hetta sanna og sansa vit djúpt, tá vit síggja bátin í ymiskum høpum – hansara snið og tilfar. Tað talar til okkara, at virkað verður tílíkt far úr træi. Í hesum sambandi hugsi eg eisini um skipstimbrararnar, sum abbi mín í Trongisvági var útbúgvin til. Virðismiklir førleikar!

Tíbetur eiga vit framvegis bátasmiðir, ið duga aldagamla handverkið, og sum eru sinnaðir at bera tað víðari. Tí bátasmíð er handborin vitan og føroyskir bátar verða ikki smíðaðir eftir skabelón, men eftir mátistokki, mátum og siðvenju frá eldri bátasmiðum og eftir eygamáli.

Upprunin er tann norrøni súðubygdi báturin, men føroyski báturin er við tíðini lagaður til umstøðurnar í Føroyum. Vit kunnu ikki neyvt tíðarfesta nær, men hildið verður, at føroyski báturin fekk sítt vakra og sjógóða skap í 17. øld. Lucas Debes skrivar í 1673, at “...en Del øve sig udi at bygge Baader, og bygge de skønne Baader, lette og meget bekvemme til at sejle med udi disse farlige strømme, saa at de norske Baader ere ikke at ligne ved de færøske”.

Nógv er broytt síðan bátasmiðir ferðaðust millum bygdir við amboðskassa at smíða bátar á staðnum. Teir fáu bátar, ið verða smíðaðir í dag, verða smíðaðir innandura, men amboðini eru í høvuðsheitum tey somu, og vitanin og kunnleikin til bátasmíð verður framvegis borin víðari frá einum ættarliði til tað næsta, ein vitan grundað á royndir, sokallað tacit knowledge.

Tit næmingar í Tórshavnar Kvøldskúla hava í vetur saman við lærumeistara tykkara, køna bátasmiðinum Andrassi Joensen, smíðað eitt 5-mannafar. Tit hava reist kjølin, og síðan hevur báturin tikið sítt vakra skap, so hvørt, sum borðini eru sett fyri. Tit eru ikki vorðnir útbúnir bátasmiðir – vanligt var, at tá ein hevði verið í læru í einar tveir vetrar og hevði smíðað 12 bátar, tástani kundi ein kalla seg bátasmið – men tit hava fingið eina holla fatan av bátasmíðinum, og vónandi eisini hug og áræði at halda áfram.

Tann føroyski báturin er ein dýrabarur partur av okkara mentanararvi. Vitanin um tann føroyska bátin og føroyskt bátasmíð er varðveitt í skrivligum keldum og báturin er sýndur fram í Tjóðsavni okkara í Brekkutúni í Hoyvík og aðrastaðni við. Men livandi handverkið hevur truplar umstøður. Í álitinum Føroyskt bátasmíð, sum Mentamálaráðið gav út í 2012, verður staðfest, at skal føroyskum bátasmíði verða skapt livilíkindi, er neyðugt við átøkum, ið kunnu skapa karmar og virkismøguleikar fyri varðveiting av siðbundna handverkinum. Sum eitt fyrsta stig verður í álitinum mælt til, at UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi verður settur í gildi fyri Føroyar.

Og hetta fyrsta stigið rukku vit í fjør, tá Løgtingið einmælt samtykti at seta UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi í gildi í Føroyum. Við UNESCO sáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at virka fyri, at siðaarvurin kann hava sítt livandi virki í samfelagnum.

Ein partur av sáttmálanum er at gera eina skrá yvir tann siðaarv, ið livir millum fólk í Føroyum. Vit eru júst farin undir tann partin av arbeiðinum, men føroyski báturin er longu settur í skránna. Føroyar eru eisini við í arbeiðinum við eini felags norðurlendskari umsókn til UNESCO um at fáa norrøna súðubygda bátin – og harvið eisini føroyska bátin – settan á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini.

Men hetta arbeiðið stendur ikki einsamalt, og uttan at vit geva okkum far um tann týdning, ið siðaarvurin hevur, og uttan eitt miðvíst arbeiði at flyta hann víðari til komandi ættarlið, so er tað skjótt, at førleikar og vitan um bátasmíð og annað siðbundið handverk hvørva – og tað hava vit sum samfelag ikki ráð til.

Tí føroyski báturin hevur týdning sum partur av siðaarvinum hjá okkum øllum. Nógv eiga, ella kenna onkran, ið eigur ein føroyskan bát. Nógv hava verið á floti við báti og nógv hava havt ár í hond, ikki minst í kappróðri.

Vitan um føroyska bátin er hjá fólki kring alt landið og eitt nú hjá fólki, ið eru limir í bátafeløgum og bygdasøvnum – og bátafeløg skipa árliga fyri bátastevnum, útferðum, frálæru, hátíðarhaldum og øðrum tiltøkum, har fleiri túsund fólk taka lut. Øll hesi fólk og feløg eru við til at halda siðaarvin og mentanina kring føroyska bátin livandi. Róðrarsamband Føroya og yvir 30 kappróðrarfeløg skipa fyri og nógv hundrað fólk rógva kapp og øll tey, ið á onkran hátt stuðla virkseminum, eru øll við til at gera føroyskan kappróður livandi – og ikki minst at føra áhugan fyri føroyska bátinum víðari til børn og ung.

Men vitanin um føroyskt bátasmíð er fyrst og fremst hjá teimum bátasmiðum, ið hava nomið sær vitan um bátasmíð, og sum útinna handverkið. Bátasmiðirnir fækkast, og eru nú eini 10 í tali, og ymiskt er, hvussu nógvar bátar, hvør einstakur bátasmiður smíðar. Í álitinum um føroyskt bátasmíð varð mælt til at skipa skeiðstilboð á tekniskum skúla, og at støða verður tikin til yrkisútbúgving og lærupláss í bátasmíði. Uttan at lærlingar verða settir við, varð mett, at skotbráið er umleið 20 ár, til handborna vitanin um føroyskt bátasmíð er burtur. Tí er bráðneyðugt við tiltøkum, skal føroyskum bátasmíði verða lív lagað.

Útbúgving er ein týðandi liður í arbeiði at varðveita føroyskt bátasmíð, og eg eri tí sera takksom fyri at tit, Tórshavnar kommuna við Tórshavnar Kvøldskúla, saman við Andrassi Joensen, bátasmiði, hava tikið stig til at seta bátasmíð á tímatalvuna. Eg fari at virka fyri, at bátasmíð eisini kann fáa innivist á teknisku skúlunum – í hvørjum formi, og hvussu tað skal skipast, má kannast nærri, men eg fari at seta gongd á tað arbeiðið í Mentamálaráðnum so skjótt sum gjørligt.

Eins og siðvenja hevur verið á ólavsøku í nærum ein mansaldur, so fer felagsskapurin Kiwanis Tórshavn aftur í ár at luta ein føroyskan bát burtur á ólavsøku – og í ár verður tað hetta fræga 5-mannafarið, ið verður høvuðsvinningurin. Kiwanis er altjóða felagsskapur av sjálvbodnum, ið stuðlar teimum, ið hava tørv á hjálp. Børnini fyrst og fremst er tykkara motto, og tit leggja áherðslu á at styrkja og menna felagsskapin. At tit hava valt føroyska bátin sum høvuðsvinning á tykkara lutaseðli, haldi eg er so beinrakið júst í mun til børnini og felagsskapin kring føroyska bátin - stóra takk fyri tað.

Hjartaliga tillukku við tykkara avriki, føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði at frama.

- Føroyska bátin eiga vit øll.