18.11.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

RAF-flogfar í Vágum

RAF-flogfar í Vágum

Fyrrapartin lendi eitt flogfar hjá Royal Air Force, bretska flogvápninum, í Vágum. RAF-flogfør hava verið í Føroyum nakrar ferðir seinnu árini.

Talan er um eitt Globemaster C-17A, ið ger innflúgvingarroyndir.

Flogfarið hevur diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í Føroyum.