03.12.2019 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

PISA-úrslitini fyri 2018 almannakunngjørd

PISA-úrslitini fyri 2018 almannakunngjørd

Í høvuðsheitum vísa nýggjastu úrslitini, at føroysku næmingarnir kláraðu seg lutfalsliga væl til seinastu PISA-kanningina. Tað, sum eyðkennir lutfalsliga góða úrslitið hesaferð, er, at veikastu næmingarnir eru lyftir – vit hava ongan næming í lægsta bólkinum. Harafturímóti vísa úrslitini, at heldur eingin er í hægsta bólkinum.

Tað var í 2005, at Mentamálaráðið gjørdi av, at Føroyar skulu vera partur av PISA-verkætlanini, og Føroyar hava sostatt luttikið í fimm kanningum: í 2006, 2009, 2012, 2015 og 2018.

Hyggja vit eftir øllum kanningunum, sum Føroyar hava luttikið í, so hava vit so at siga klárað okkum betur og betur fyri hvørja ferð.

Í PISA-kanningini eru tríggir tættir: Støddfrøði, náttúruvísind og lesing. Til PISA-kanningina 2018 fingu vit lutfalsliga góð úrslit í støddfrøði og náttúruvísind. Í støddfrøði liggja Føroyar fyri fyrstu ferð omanfyri samlaða miðaltalið fyri øll luttakandi londini.

 

Lesingin skal raðfestast

Í lesing eru úrslitini tó verri samanborið við úrslitini í 2015. Frá 2006 til 2015 eru úrslitini annars støðugt blivin betri, men til seinastu PISA-kanningina hava Føroyar ikki staðið seg eins væl í lesing sum í 2015.

Harafturat vísa úrslitini, at hugburðurin til PISA-kanningina millum næmingarnar ikki er so góður. Bara helmingurin av næmingunum sigur seg vera motiveraðan at gera sítt besta til PISA-kanningina.

“Eg eri fegin um, at vit klára okkum betur fyri hvørja kanning. Tað er stuttligt at síggja, at vit í dag liggja omanfyri samlaða miðalúrslitið í støddfrøði. Men enn er langt eftir á mál. Lesingin skal raðfestast, og harafturat eiga vit at stimbra næmingarnar, soleiðis at hugburðurin at gera sítt besta verður styrktur,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.