28.04.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Pangea finalan 2022

Pangea finalan 2022

Leygardagin 23. apríl var finalan í Pangea støddfrøðikappingini í Norðurlandahúsinum. Í ár luttóku í alt 1009 næmingar úr 45 ymiskum flokkum úr 11 ymiskum skúlum í Føroyum, og kappingin var í 3. - 8. flokki. Víðari til finaluna vóru komin í alt 31 næmingar. Eftir at næmingarnir høvdu tikið felagsmynd og fingið Pangea t-shirt, høvdu tey ein tíma at rokna uppgávurnar. Í meðan kundu avvarandi hugna, mingla og rokna somu uppgávur sum næmingarnir úti í forhøllini. Nám hevði staðið fyri at umseta uppgávurnar úr týskum til føroyskt. Nærri kunning og myndir eru at finna á facebook síðuni  ’Pangea Føroyar’. Uttanríkis- og mentamálaráðið stuðlaði kappingini og handaði høvuðsvinningin til vinnararnar í teimum ymsu floksstigunum.