11.06.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nýtilnevndir professarar á vitjan

Nýtilnevndir professarar á vitjan

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevði í dag bjóðað nýtilnevndu professarunum á Fróðskaparsetri Føroya: Hjalmar P.  Petersen á Føroyamálsdeildini og Magna Mohr á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á vitjan í Mentamálaráðnum.

Landsstýriskvinnan ynskti at ynskja teimum til lukku og skifta orð um vísindaøkini, sum teir varða av á Setrinum. Tosað varð um støðuna innan vísindaøkini, og hvørjir menningarmøguleikar eru. Talan var um ein gevandi fund fyri allar partar.