28.05.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nýggj samstarvsavtalu um Listaleypin undirritað

Nýggj samstarvsavtalu um Listaleypin undirritað
1 / 7

Fríggjadagin 28. mai 2021 skrivaðu Uttanríkis- og mentamálaráðið, Kommunufelagið og Norðurlandahúsið undir nýggja samstarvsavtalu um Listaleypin.

Listaleypurin ber list út á skúlar í Føroyum fyri at kveikja forvitnið hjá næmingunum og teirra vitan og fatan fyri listarligum arbeiði.

Listaleypurin er hvørt ár fyltur við einum hópi av spennandi framførlsum, dagsverkstovum og longri verkstovum, sum skúlarnir kunnu velja ímillum. Skúlarnir hava ikki færri enn 16 tilboð at velja ímillum skúlaárið 2021/22.

Listaleypurin er eitt samstarv millum Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Kommunufelagið, Norðurlandahúsið og Listafólkasamband Føroya (LISA) og hevur nú virkað í 13 ár.

Samstarvspartarnir ynskja við hesi samstarvavtalu um Listaleypin framhaldandi at kunna bjóða skúlunum fjølbroytt listar- og mentanarlig átøk og soleiðis virka fyri at menna arbeiðið, sum verður gjørt fyri at stimbra áhugan og menna førleikan hjá børnum og ungum innan listarligt virksemi. Samstarvspartarnir vísa millum annað á:

Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Mentamálum, sigur: List og mentan hava ein týðandi leiklut í lívi okkara. Hugsið bara um, hvønn dám sangur, tónleikur, málningar og sjónleikur seta á tilveruna. Listin víðkar sjónarringin, nemur við kenslur okkara og fær okkum ofta at varnast ósæddar streingir. Eg fegnist tí um,  at vit við hesi samstarvsavtalu um Listaleypin kunnu bjóða børnum og ungdómi okkara fjølttað listarlig tilboð sum part av undirvísingini.”

Heðin Mortensen, formaður í stýrinum fyri Kommunufelagið, sigur: “Sum kommunur fegnast vit um longda samstarvið. Tað eru kommunurnar, sum fyrst og fremst vara av okkara ungu borgarum, og tað er umráðandi, at vit sum kommunur eisini geva okkara ungdómi góðar sømdir at fáa listarligar upplivingar. Eisini úr okkara grannalondum, haðani børnini og tey ungu fáa høvi til at síggja leiklist, tónleik og sjónleik”.

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, sigur: “Nordens Hus ønsker at alle barn og unge på Færøyene skal få muligheten til å møte profesjonelle kunst og kulturuttrykk, uavhengig av hvor de bor eller hvem de er. Kunst og kulturen skal favne om alle, og gjennom Listaleypurin gi barn og unge ulike måter å tilnærmer seg kunsten på,  både som produsenter gjennom workshop og aktiviteter, og konsumenter gjennom opplevelsen som publikum.”