05.10.2020 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Nýggj Miðlastuðulsnevnd 2020-2022

Nýggj Miðlastuðulsnevnd 2020-2022

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur fyri tíðarskeiðið 1.10.2020-30.09.2022 sett nýggja Miðlastuðulsnevnd við hesum limum:

  • Eirikur í Jákupsstovu, form., eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
  • Beate L. Samuelsen, eftir tilmæli frá felagnum Føroysk Miðlafólk
  • Rógvi Olavson, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.

Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at býta út stuðulin á fíggjarlógini til privatar tíðindamiðlar. Á fíggjarlógini fyri 2020 eru kr. 2 mió. settar av.

Limirnir skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.

Nevndin situr í trý ár og verður sett sbrt. løgtingslóg nr. 35 frá 31. mars 2017 um miðlastuðul.