22.10.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Nýggi rektarin vitjar í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Nýggi rektarin vitjar í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Una Joensen, rektari á Glasi, hevur verið og heilsa upp á Jenis av Rana, landsstýrismann.

Landsstýrismaðurin ynskti nýggja rektaranum góða eydnu við týdningarmikla starvinum á landsins størsta útbúgvingarstovni, har ein so stórur partur av føroyskum ungdómi er savnaður. Tað er ein frægd at kunna vísa skúlan fram fyri útlendskum politikkarum og øðrum, sum eru sera hugtikin av, hvussu væl tað hevur eydnast okkum at savna allar miðnámsútbúgvingar í sama skúla. At tær gymnasialu og yrkisligu útbúgvingarnar kunnu standa lið um lið á jøvnum føti hjá teimum ungu at velja ímillum.

Tað er ein stór og týdningarmikil uppgáva, sum áliggur rektaranum saman við øllum starvsfólkunum í skúlanum, at tryggja góðar og mennandi umstøður fyri læring á Glasi. Landsstýrismaðurin handaði nýggja rektaranum blómutyssi og ynskti góðan byr í arbeiðinum.