13.09.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nýggi íslendski aðalkonsulin hitt landsstýrismannin

Nýggi íslendski aðalkonsulin hitt landsstýrismannin

Fyrrapartin tann 8. september høvdu landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana og nýtilnevndi íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Águsta Gisladóttir, fund í Tinganesi, har landsstýrismaðurin nýtti høvi at heilsa upp á nýggja aðalkonsulin.

Á fundinum umrøddu landsstýrismaðurin og aðalkonsulin m.a. samstarvið millum Føroyar og Ísland, har millum samhandilin á vøru- og tænastuøkinum, og møguleikarnir at styrkja samstarvið innan handil og á mentanar- og útbúgvingarøkinum.