15.11.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nú skal fólkaskúlin umrøðast í tinginum

Í morgun kl 10 var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í tingunum og las eitt framløguskriv, har hon gav Løgtinginum høvi at umrøða fólkaskúlan.

Aðalorðaskiftið um fólkaskúlan byrjar mikumorgunin kl 10, og landsstýrivkinnan bar í morgun fram hesi orð:

Harra formaður.

Eg fari við hesum at geva Løgtinginum høvi til at umrøða fólkaskúlan, sum er eitt sera viðkomandi og týdningarmikið øki í okkara samfelag. Eitt øki, sum hevur grundleggjandi týdning fyri okkum sum fólk bæði kunnskaparliga og mentanarliga. 
 
Okkara børn og ungu ganga antin níggju ella tíggju ár í fólkaskúla. Kravda undirvísingarskyldan er níggju ár, og harumframt hava tey ungu møguleika eisini at velja at fara í 10. flokk. Hetta er ein stórur partur av teirra barna og ungdómslívi, og tí er tað so umráðandi, at fólkaskúlin gevur næmingunum bestu menningarmøguleikar, sum byggja á eitt heildarsjónarmið um læring. 
 
Umframt kravdar lærugreinir og evni, sum eru ásettt i fólkaskúlalógini, so skal fólkaskúlin megna at skipa sítt virksemi soleiðis, at hvør einstakur næmingur fær ment sínar fakligu og persónligu førleikar. Í fólkaskúlanum er næmingurin partur av einum felasskapi, og hesin felagsskapur hevur grundleggjandi týdning fyri, at næmingurin kann menna síni evni og sína fatan av at vera partur í einum demokratiskum samfelag, har hann lærir at virða bæði seg sjálvan og onnur  og ikki minst at skilja og góðtaka ymsar áskoðanir bæði politiskt og átrúnaðarliga. 
 
Fólkaskúlin hevur tí sum skipan sera stórar uppgávur at lyfta, har hann er við til at mynda okkara unga ættalið og búgva tey til framtíðarsamfelagið, og tað eru vit politikkarar, sum varða av innihaldinum í fólkaskúlanum og seta lógarkarmarnar.   
 


Politisku sjónarmiðini á fólkaskúlaøkinum

Harra formaður Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 14. sept. 215 eru okkara yvirskipaðu hugsjónir,  at “Góður skúlaskapur og lívslong læra eru grundin undir einum framkomnum samfelag. Útbúgving og gransking verða tí millum fremstu mál samgongunnar. Førleikarnir at taka lut í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving.”
 
Harumframt hevur samgongan í fylgiskjali til samgonguskjalið sett hesi mál viðvíkjandi fólkaskúlanum:

• Miðvís og skipað førleikamenning og eftirútbúgving av leiðslum, lærarum og námsfrøðingum verða settar í verk, og einstøku stovnarnir fáa størri sjálvræði.

• Samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki.

• Námsfrøðilig gransking verður styrkt, og eftirmetingar í skúlaverkinum verða endurskoðaðar.

• Fólkaskúlin skal geva øllum børnum hóskandi avbjóðingar.

• Skúlarnir kring landið verða skipaðir í hóskiligar samstarvseindir. Leysgivnir tímar skulu nýtast á skúlaøkinum, og serútbúgvin starvsfólk skulu hava betri sømdir at brúka sínar førleikar.

• Sernámsøkið skal knýtast enn tættari at gerandisdegnum hjá næminginum, og meginreglan er, at faklærd fólk røkja økið.

• Samgongan vil styrkja framleiðslu av fjølbroyttum og tíðarhóskandi frálærutilfari á føroyskum til allar aldursbólkar.Føroyskt mál innan samskiftistøknina skal vera partur av hesum arbeiði.

• Í samráði við fakfólkið á skúlaøkinum eigur fólkaskúlin at verða endurskoðaður bygnaðarliga, viðvíkjandi lærugreinasamanseting og skipan av skúlaári.

• Førleikarnir at skilja og luttaka í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini.

• Samgongan vil menna lestrarvegleiðing og stovnaskipan, ið skal byggja brúgv millum fólkaskúlan og miðnám kring alt landið.

Harra formaður.

Vit hava ein góðan fólkaskúla, sum vit skulu hjúkla um! Fari tí at loyva mær at endurtaka eitt lítið brot úr røðuni, sum eg helt til aðalfundin hjá Føroya Lærarafelag: 
”Eg havi sagt tað fyrr, men endurtaki tað her: Vit hava ongar ætlanir at kollvelta føroyska fólkaskúlan! Hóast vit vita, at einki er perfekt, so kanst tú spyrja, hví egentliga ikki umskapa alt? Tað er tí, at hvønn einasta dag, tá ið eg hyggi út gjøgnum vindeygað, so síggi eg heimsins besta land – og tað merkir heilt einfalt, at vit hava ein góðan skúla! At vit so ikki skora so høgt, tá vit samanbera okkum við lond, sum vit annars ikki vilja samanberast við, havi eg ongan ampa av: Sæð við altjóða brillum, so eru Føroyar eitt trygt og framkomið norðurlendskt vælferðarsamfelag við virkisfúsum vinnulívi, útbúnari arbeiðsmegi, lítlum ójavna, javnrætti, fólkaræði, tøttum relatiónum – og einum einastandandi mentanarlívi.  Alt er ikki perfekt, so langt ífrá, men alt hetta kann hvørki OECD ella nakar annar taka frá okkum!
So also: Ongin kollvelting her – men tiltrongdar tillagingar av og á sjálvandi!”

Arbeiðið at gera broytingar á fólkaskúlaøkinum

Harra formaður.  Eg haldi, at tað vera sera umráðandi, at vit politiskt bera fram okkara hugsjónir um ein so týðandi part av okkara skúlaskipan og dannilsis grundarlagi sum fólkaskúlin fatar um. Sum politikkarar eiga vit við jøvnum millumbili at seta okkum spurningin, um lógarkarmarnir eru hóskandi til dagsins skúla og tað samfelag, vit liva í. Eru tað t.d. ásetingar viðvíkjandi bygnaði og innihaldi, sum skulu broytast? 
 
Seinast aðalorðaskiftið um fólkaskúlan var í Løgtinginnum, var eftir vánaliga úrslitið í Pisa undankanningini í 2006. Tá kom fjáltur á okkum øll, og fleiri broytingar vórðu síðani gjørdar í lógini viðvíkjandi tímatali, málstýring og royndum, sum vit hildu verða neyðug átøk fyri at menna faklga førleikan hjá næmingunum. Eitt er at seta átøk í verk, men eisini er neyðugt, at vit seta okkum spurningin, hvussu hesi átøk hava ávirkað og ment fólkaskúlan, og um vit halda, at tað eru viðurskifti, sum bøtt eigur at verða um.
 
Eg havi frá byrjan av sum landsstýriskvinna í mentamálum sett fólkaskúlan á dagskránna tvørpolitiskt. Fólkaskúlin er fyri okkum øll, og tí setti eg mær sum mál at fáa eina so breiða undirtøku sum gjørligt fyri teimum átøkum, sum verða sett í verk. Tvørpolitiska umrøðan hevur verið grundarlagið undir teimum broytingum og dagføringum, sum eru gjørdar á fólkaskúlaøkinum. Eg legði í vár lagt fram uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini, har flestu broytingarnar vóru  innan sernámsfrøðiliga økið og at áseta reglur um Førleikastovur. Tað vantaðu ásetingar í lógini um at gera reglur innan sernámsfrøðiliga økið, og Førleikastovur, sum vórðu skipaðar fyri seks árum síðani við tí endamáli at samskipa fakligu og námsfrøðiligu førleikarnar, vóru ikki nevndar í lógini. Hesi viðurskifti eru nú komin í rættlag við lógarbroytingunum í vár, og sjøtul er settur á framhaldandi arbeiðið innan hesi øki. 
 
Samstundis havi eg arbeitt við fleiri broytingum á fólkaskúlaøkinum, uttan at talan er um nakra kollvelting í fólkaskúlanum. Ætlanin er, at lógarbroytingarnar, sum verða lagdar fram í hesi tingsetuni og aðalorðaskiftið skulu ganga hond í hond, so at aðalorðaskiftið kann verða grundarlag undir og birta uppundir kjakið um ætlaðu broytingarnar. Tað er ofta striltið at fáa í lag eitt yvirskipað orðaskifti um, hvønn fólkaskúla vit ynskja. Hetta sóu vit eisini, tá ið lógarbroytingarnar vórðu til viðgerðar í vár. Tað, sum fekk mestu umrøðu, var uppskotið um at strika frítøku frá føroyskum dansi. 
 
Vit eru kanska ov vanabundin ella bangin fyri, at fólkaskúlakipanin skal skeiklast og hava tí ilt við at seta orð á nýhugsanir. Hetta sæst eisini aftur, tá ið  lógarbroytingar verða gjørdar, at tað í stóran mun lagt afturat tí verandi, uttan at nakað verður tikið burtur. Vit kunnu ikki halda fram bara við at leggja afturat fólkaskúlalógini. Dagføringar eru neyðugar við ávísum millumbili, men okkurt má umskipast ella verða broytt, tí at sum støðan er í dag, so hava vit bæði hægsta tímatal og dagatal í Norðurlondum og liggja nakað ájavnt við danir, sum vit halda hava eitt drúgt skúlaár.  
 
Spurningar, sum vit hava sett okkum í politiska fylgibólkinum eru m.a. um skúladagurin hjá næmingunum er hóskandi, ella hann ov drúgvur, hava næmingarnir ov nógv av tí sama, er tímatalvan samanhangandi ella ov nógv sundurgreinað, er rúmd fyri musisku listarligu lærugreinunum, hvussu verður trivnaðararbeiðið skipað, og er KT, evnisarbeiði og undirvísing í tvørgreinaligum evnum ein nátúrligur partur. Eru námsætlanirnar hóskandi, skulu royndir ella próvtøkur broytast, og eru tað øki, sum eru partur av persónligu menningini sum dannilsi, demokrati og trivnaður, sum vit halda, at tað er ov lítil rúmd fyri. 

Aðalorðaskiftið og tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini

Harra formaður. Í álitinum, sum er grundarlag undir aðalorðaskiftinum, verða umrødd ymisk øki, sum lýsa fjølbroytta virksemið í fólkaskúlanum  bæði innihaldsliga og bygnaðarliga. 
 
Øll evnini, sum umrødd verða í álitinum, eru  ikki tengd at teimum lógarbroytingum, sum mælt verður til at gera í hesi tingsetuni. Endamálið er, at aðalorðaskiftið skal varpa ljós á fólkaskúlan sum heild og bæði á øki sum eiga at fáa størri rúmd mentanar- og samfelagliga og á broytingar í bygnaðarligu skipanini í fólkaskúlanum, har vit kunnu hava rættiliga ymiskar hugsanir. Summi øki eru tengd at námsætlanum, tíma -og lærugreinabýti og hugsjónarligu fatanini t.d sangur sum partur av byrjanarundirvísingini, morgunsangur sum fastur táttur í skúladegnum, ítróttur og heilsa, samfelagsfrøði og trivnaður.  
 
Skúlabygnaður við atliti at skúlastødd og skúlaøkjum eru t.d. mál, sum hava verið umrødd seinastu árini, men sum land og kommunur ikki hava verið á einum máli um, og tí hava vit tann skulabygnað, sum vit hava í dag við fleiri rættiliga smáum skúlum, hóast góð farleið er at koyra til ein størri skúla.  Eg haldi, at tað er rættiliga viðkomandi, at vit fáa lýst sjónarmiðini og viðgerða fólkaskúlan í einum breiðum høpi við atliti at tí skúlaskapi og skúlaskipan, sum er best fyri næmingarnar.   
 
 
Høvuðsøkini, sum eru umrødd í politiska fylgibólkinum og sum eftir ætlan skulu verða partur av lógarbroytingunum, sum verða latnar Løgtinginum til støðutakan í hesi tingsetuni, eru :
 
1. Betri møguleikar fyri skúlasamstørvum

2. 10. flokkur

3. Tímatalið í ymsu árgangunum
 
Onnur øki, sum politiski fylgibólkurin hevur viðgjørt,  eru m.a. skúladagatalið, tíma- og lærugreinabýtið, handaverk og list, samfelagsfrøði, sangur í undirvísingini og skúlavegleiðing. Hetta eru øki, sum ikki øll krevja lógarbroyting, men sum landsstýrimaðurin hevur heimild at skipa og sum verða ásett í námsætlanum, tíma- og lærugreinabýti og í onkrum føri í kunngerð ella rundskirivi.
 
Samanumtøka

Harra formaður.  Vónandi fáa vit eitt gott og mennandi orðaskifti við áherðslu á, at fólkaskúlin er grundstøðið undir allari skúlaskipan okkara, ein skipan, ið vit sum samfelag eiga at virðismeta og menna. Eisini ásannandi týdningin, at vit tryggja børnum og ungdómi okkara eina góða skúlagongd, sum byggir á bæði fakliga, kreativa og sosiala menning, og sum gevur barninum og tí unga, ið skal mynda framtíðarsamfelagið, hollan førning og grundstøði at byggja víðari á.
 
 
 
Rigmor Dam landsstýriskvinna í mentamálum