19.12.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nú kanst tú søkja um filmsstuðul

Nú kanst tú søkja um filmsstuðul

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til film í 2020.

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.

Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum.

Freistin at søkja um filmsstuðul fyrra umfar er 1. februar 2020Seinna umfar verður lýst í summar við freist 1. september 2020.

Játtanin fyri 2020 er 2,7 mió. kr.