30.05.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Nordic Bridges hátíðarhildið í Toronto, Kanada

Nordic Bridges hátíðarhildið í Toronto, Kanada
1 / 5

19. mai var stóra felags norðurlendska mentanarátakið “Nordic Bridges” hátíðarhildið við stórfingnari móttøku á Harbourfront Centre í Toronto, Kanada. Hátíðarhaldið savnaði listafólk, politikarar og embætisfólk úr øllum Norðurlondum og Kanada.

Nordic Bridges byrjaði fyrst í árinum, men vegna korona var ikki møguligt at savna aktørarnar til almennu upplatingina í januar. Í staðin skipaði Harbourfront Centre, sum er ein av leiðandi mentanar- og listastovnunum í Kanada, fyri einum hátíðarhaldi, nú tað aftur er møguligt at savna nógv fólk, fyri at fagna átakinum og listini.

Fyri allar ráðharrar uttan norska ráðharran luttóku umboð á hægsta embætismannastigi. Fyri Føroyar luttók Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Hann tók lut á fundi við Canadian Heritage (kanadiska mentamálaráðið), har ymisk evni vóru umrødd, eitt nú tøknirisarnir og ávirkanin á fólkaræðisligu samrøðuna og mentan og list aftan á covid-19. Eisini var hann við í einum rundborðsfundi við evninum burðardygd í list og mentan, har fleiri nomu við, at burðardygg tiltøk á økinum mugu koma frá mentanarsektorinum sjálvum, og at politiska skipanin eigur at stuðla upp undir hesi tiltøk.

Um kvøldið var døgverði og ymiskt listarligt á skránni fyri 150 innbodnum gestum, og seinni var veitsla fyri 500 fólkum. M.a. luttók Jenni-Juulia Wallinheimo-Heimonen, DJ UYARAKQ og Taqralik Partridge og Gudrun Hasle, sum hevur framsýning í Norðurlandahúsinum í løtuni frá 3. juni. Úr Føroyum var Randi Samsonen, listakvinna, boðin við til tiltøkini, og framsýning hennara, sum var við á bólkaframsýningini Shared Terrain fyrr í ár, var aftur sett upp, so allir luttakarar kundu uppliva hana.

Tað eru starvsfólk á Harbourfront Centre umframt samstarvspartar um alt Kanada, sum gera av, hvørji listafólk skulu fáa í boði at luttaka.

Í vár luttók Katrin Ottarsdóttir, filmslistafólk og rithøvundur, á Toronto International Film Festival, sum hevði fokus á kvinnur sum filmsfólk. Filmur hennara “Maðurin, ið slapp at fara” varð sýndur. Í summar luttekur Eivør á tiltakinum “Summer Music” á Harbourfront Centre, umframt at hon skal spæla í Ottawa. Í heyst fara Edward Fuglø og Heiðrik á Heygum at hava framsýningar á Harbourfront Centre. Skráin er ikki endaliga løgd, og tí kunnu onnur føroysk lista- og mentafólk koma aftrat.

Nordic Bridges er triðja felags mentanarátakið hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Í 2017 var Nordic Matters í London, og í 2013 var Nordic Cool í Washington.

Nordic Bridges byggir á tær fýra súlurnar: listarlig nýskapan, atkomuligheit og inklusjón, sjónarhorn hjá upprunafólki, umframt mótstøðuføru (resilience) og burðardygd.

Myndatekstur:

1&2) Framsýning hjá Randi Samsonsen, listakvinnu. (Mynd: Randi Samsonsen.)

3) Randi Samsonsen

4) Ráðharrar og embætisfólk úr Norðurlondum og Kanada. Vinstrumegin sæst Poul Geert Hansen, aðalstjóri, ið tók lut vegna Uttanríkis- og mentamálaráðið

5) Fundur við Canadian Heritage