22.02.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Móttøka fyri Honnu Jensen, landsstýriskvinnu

Móttøka fyri Honnu Jensen, landsstýriskvinnu

Í sambandi við at løgmaður hevur tilnevnt Honnu Jensen sum landsstýrikvinnu í skúla- og undirvísingarmálum var móttøka fyri henni í Tinganesi í morgun, har onnur landsstýrisfólk, starvsfólk og familja eisini vóru møtt.

Hanna Jensen takkaði fyri álitið at verða sett at umsita týdningarmikla økið útbúgving, sum er hennara hjartamál. Hon vónar at náa at avgreiða fleiri mál og at flyta nakað ta stuttu tíð, ið er eftir av hesum valskeiðnum.

Vit ynskja henni hjartaliga til lukku við starvinum.

Mynd: Álvur Haraldsen