02.04.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Miðnámslærarar fáa aftur námsfrøðiliga útbúgving í august

Miðnámslærarar fáa aftur námsfrøðiliga útbúgving í august

Frá august kunnu miðnámslærarar í Føroyum aftur taka sonevnda pedagogikum, sum á føroyskum eitur námsfrøðiliga útbúgvingin.

Hóast námsfrøðiliga útbúgvingin í áravís hevur verið lógvarkravd fyri allar miðnámsskúlalærarar, hevur tað av ymsum orsøkum verið trupult at fáa allar undirvísarar á miðnámi ígjøgnum hesa útbúgvingina. 

Undirvísarar á miðnámi hava lokið prógv frá hægri lærustovni innan sítt fakøki, men námsfrøðiliga útbúgvingin tryggjar teimum eina námsfrøðiliga og undirvísingarliga barlast afturat – og hetta er alneyðugt, tá tú skalt undirvísa.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og mentamálum hevur sett sær fyri at loysa henda trupulleikan alt fyri eitt. 

- Hóast tú kanst vera stinn fakliga, er ikki vist, at tú kennir teg heilt trygga við at undirvísa. At skilja tilfarið sjálv og so at fáa onnur at skilja tað er ikki tað sama. So námsfrøðiliga útbúgvingin er neyðug – bæði fyri at tryggja okkara ungu so góða undirvísing, sum gjørligt, og samstundis fyri at tryggja okkara undirvísarum á miðnámi so góð amboð, sum gjørligt, sigur Hanna Jensen. 

Hon greiðir frá, at námsfrøðiliga útbúgvingin skal fremjast í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, og ein skipan er ment, sum bæði skal tryggja, at miðnámsskúlalærarar fáa hesa lógarkravdu útbúgving, og sum er í samsvari við galdandi rammuavtalu við Danmark um góðkenning av miðnámsútbúgvingum.

- Vit ásanna, at hetta er eitt økið, sum hevur ligið á láni í alt ov langa tíð, og nú – frá august at rokna - verður tað aftur møguligt, sigur hon. 

Landsstýriskvinnan leggur afturat, at tillagingar eisini skulu gerast í breytaskipanini, og tær taka millum annað støði í eftirmetingunum, sum eru gjørdar av verandi skipan. 

Hartil sæst í fíggjarkørmunum, at Nám og Próvstovan verða fíggjarliga styrkt, so ferð kann koma á at geva út føroyskt tilfar til miðnám og at styrkja námsráðgevingina, eins og at gera próvtøkuuppgávur í Føroyum og á føroyskum. 

Stórur tørvur er eisini á at menna kt-umsitingarskipan fyri alt skúlaverkið, og landsstýriskvinnan miðjar somuleiðis ímóti at fáa styrkt hendan partin av skúlaskapinum í teirri komandi fíggjarætlanini.