29.08.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Miðlastuðul 2018

Miðlastuðul 2018

Mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um miðlastuðul 2018. Tey, ið kunnu søkja, eru privatir tíðindamiðlar.

Á fíggjarlógini eru tvær milliónir krónur settar av til miðlastuðulin. Ætlanin við miðlastuðlinum er at hækka dygdina av journalistiska arbeiðinum og at tryggja eitt fjøltáttað útboð av tíðindamiðlum.

Stuðulin er ætlaður prentaðum tíðindamiðlum, loftbornum tíðindamiðlum og skrivaðum tíðindanetmiðlum.

Treytirnar fyri at fáa miðlastuðul eru:

  • at miðilin er sjálvstøðugur við einum ábyrgdarhavandi redaktøri.
  • At miðilin, íroknað redaktørin, í minsta lagi hevur tilsamans tvey redaktionel ársverk.
  • At miðilin í sínum redaktionella tilfari vendir sær til ein breiðan skara av brúkarum og ikki bert til ávísar bólkar í samfelagnum.
  • Miðilin skal hava eitt redaktionelt innihald innan eitt breitt evnisøki, og talan skal í høvuðsheitum vera um viðgerð av aktuellum tíðindatilfari av politiskum, samfelagsligum og mentanarligum slagi, sum er lagað til fólkið í Føroyum og sum hevur eitt føroyskt sjónarhorn.
  • Fyri prentaðar miðlar er tað ein treyt, at teir koma út minst einaferð um vikuna. Fyri netmiðlar og loftmiðlar er tað ein treyt, at teir dagliga hava ein javnan og dagførdan tíðindastreym.

Víst verður eisini til lóg um miðlastuðul á www.logir.fo. Hon kann takast niður her: http://www.logir.fo/Logtingslog/35-fra-31-03-2017-midlastudul

Freistin at søkja er 1. oktober 2018.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað, sum liggur á heimasíðu Mentamálaráðsins. Við umsóknini skulu leggjast skjalprógv fyri, at treytirnar fyri stuðli eru loknar. Umsóknarblaðið kann takast niður her.