13.12.2011 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðisløn til ungt listafólk 2011

Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðisløn til ungt listafólk 2011

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt av, hvør skal hava Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2011, Heiðursgávu Landsins fyri 2011 og sum nakað nýtt ”Virðisløn til ungt listafólk fyri 2011.”

Virðislønirnar verða latnar við heimild í løgtingslóg og kunngerð um stuðul til mentan og list, og serstøk játtan er á fíggjarlógini. Ein virðislønarnevnd við fimm limum ger tilmæli til landsstýrismannin.

Mentanarvirðisløn Landsins
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listaligt avrik. Til tess at fáa mentanarvirðislønina skal móttakarin hava skapað listaverk á høgum støði.

Mentanarvirðisløn Landsins 2011 verður latin Jóanesi Nielsen, rithøvundi, fyri í skaldskapi sínum at vera alt í senn: Hittinorðaður og hvassorðaður, myndaríkur og humoristiskur, inniligur og kensluríkur. Á henda hátt hevur Jóanes Nielsen í mong ár víðkað og ríkað føroyska bókmentapallin.

Mentanarvirðisløn Landsins er kr. 150.000,-.

Heiðursgáva Landsins
Heiðursgáva Landsins verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Heiðursgáva Landsins 2011 verður latin eldsálini og tónasmiðinum, Kristiani Blak, fyri ótroyttiliga at hava virkað til frama fyri føroyska tónleikapallin og fyri at fáa føroyskan tónleik út í heim.

Heiðursgáva Landsins er kr. 75.000,-.

Virðisløn til ungt listafólk
Landsstýrismaðurin kann eftir egnum vali lata aðrar heiðursgávur enn tær omanfyri nevndu. Tilmælisnevndin hevur mælt til at nýta henda møguleika í ár og at lata ungum listafólki virðisløn. Virðislønin er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at lata ”Virðislønina til ungt listafólk 2011” til tann 25-ára gamla, evnaríka skopuningin, filmslistamannin Sakaris Stórá fyri at hava sýnt serliga góð evni innan filmslist.

Virðislønin til ungt listafólk er kr. 50.000,-.

Virðislønir handaðar 15. januar 2012
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, handar virðislønirnar á almennum tiltaki á Tjóðpalli Føroya, sunnukvøldið 15. januar 2012, kl. 20.00.