15.02.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Mentamálaráðið játtar stuðul til 8 leiklistaverkætlanir -

Mentamálaráðið játtar stuðul til 8 leiklistaverkætlanir -

Mentamálaráðið hevur gjørt av at lata 8 verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2019.

Tilsamans komu tólv umsóknir um stuðul til yrkisleiklist í 2019. Av hesum eru átta gingnar á møti, og tær eru:

  • Det Ferøsche Compagnie, v/Urd Johannesen: Hamlet eftir William Shakespeare – 100.000 kr.
  • Mæja v/ Mariann Hansen: SCHREI vol. 3, norðurlendskt samstarv um rannsókn av illa kvinnufigurinum – 45.000 kr.
  • Tvazz v/ Gunnvá Zachariasen: Ó, søgur um djevulskap eftir skaldsøguni hjá Carl Johan Jensen - 150.000 kr.
  • Tvazz v/ Gunnvá Zachariasen: Dødsdansen 3.0 eftir August Strindberg, gestaleikur – 75.000 kr.
  • Búi Rouch: Optikum, dansiverkætlan – 90.000 kr.
  • Sp/f Gimburlombini v/ Tjóðhild Patursson: Eitt relativt rekviem, opera – 65.000 kr.
  • Karavella Marionett-Teatur v/ Rakel Helmsdal: Dreymasjóneyka, dukkuleikur – 60.000 kr.
  • GUT //Productions: SJÁLV síðsti partur í triologiini, har fyrstu partarnir vóru Einaferð var tað eg... og Látur Medusu – ein framløga - 65.000 kr.

Longu um mánaðarskiftið verður ein av verkætlanunum á breddanum, tá leikurin Deyðadansurin 3.0  eftir August Strindberg vitjar í Føroyum. Talan er um samstarv millum Teater Insite, Svøríki, Teatur Tvazz, Føroyar og Teatergrad, Danmark. Yvir 100 ára gamla klassikarin eftir August Strindberg verður borðreiddur sum matsjónleikur, tá Alice og Edgar bjóða 40 gestum til at feira silvurbrúðleyp, 25 ár í viðgongd og mótgongd. Gunnvá Zachariasen, sum rekur leikbólkin Tvazz, spælir leiklutin sum Alice.

Játtanin til yrkisleiklist er 650 tús. kr., og tilsamans søktu tær tólv umsóknirnar um góðar 1,7 mió. kr. Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýrismannin sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.

Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Mynd: Per Morten Abrahamsen - TVAZZ, Deyðadansurin 3.0