03.06.2019 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Mentamálaráðið flutt oman á Tinghúsvegin

Bygnaðarbroytingarnar, sum í fjør vóru settar í verk í Mentamálaráðnum, eru nú fullførdar, og frá í dag at rokna heldur Mentamálaráðið til á 3. hædd í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag á Tinghúsvegi 7.

Mentamálaráðið, ið higartil partvíst hevur virkað sum skúlafyrisiting, varð í fjør skipað sum eitt málaráð átøkt hinum stjórnarráðnum, har arbeiðið fyrst og fremst snýr seg um politikkmenning og lógarfyrireiking, umframt eftirlit.

Undirvísingarstýrið, ið í fjør varð skipað sum ein eind undir Mentamálaráðnum, tekur sær nú burturav av rakstrarliga partinum av skúlaverkinum, sum annars tók nógva orku úr Mentamálaráðnum.

Nú Mentamálaráðið er flutt oman á Tinghúsvegin, er ætlanin at savna allar liðir, ið hava við skúaløkið at gera, undir somu lon á Hoyvíksvegnum, har Mentamálaráðið áður helt til.

Undirvísingarstýrið og Nám halda framhaldandi til á Hoyvíksvegnum, og hartil er ætlanin, at Sernám og Studni eisini skulu flyta niðan á Hoyvíksvegin.

Poul Geert Hansen er fegin um bygnaðarbroytingarnar, sum hava hepnast væl.

- Nýggja skipanin við Undirvísingarstýrinum hevur virkað seinasta árið. Tað hevur víst seg at verið ein greiður fyrimunur – bæði fyri skúlaøkið og fyri Mentamálaráðið - at skúlaumsitingin varð flutt út úr ráðnum, so Mentamálaráðið nú kann savna seg um hinar uppgávurnar. At nýggja staðsetingin her á Tinghúsvegnum er tætt við bæði Løgtingið og Tinganes er eisini ein fyrimunur – serliga fyri landsstýrisfólkini, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum um flytingina.

Fólk, ið hava ørindi í Mentamálaráðnum, skulu hereftir leita sær oman á Tinghúsveg 7, nýta somu inngongd, sum til Landsverk - og síðani fara upp á 3. hædd.