15.10.2021 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Matvørutrygd í útnorðri

Matvørutrygd í útnorðri

Leygardagin 16. oktober skipar Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri tiltakinum ”Food security in a regional perspektive” á Arctic Circle ráðstevnuni í Hørpuni í Reykjavík.

Eins og onnur lond og samfeløg í Arktis eru Føroyar í stóran mun bundnar av innflutningi av matvørum. Um londini í Arktis økja um framleiðslu av matvørum til heimamarknaðin, og í størri mun innflyta matvørum úr grannalondum, vil hetta hava við sær minni CO2 útlát, samstundis sum samfeløgini gerast minni viðbrekin í mun til kreppustøður og umskifti á heimsmarknaðunum. Endamálið við tiltakinum er tí at varpa ljós á matvørutrygd, týdningin av at verða meira sjálvbjargin við matvørum og møguleikarnar fyri at økja um framleiðslu av matvørum í útnorðri.

Á tiltakinum luttaka Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, stovnari av Matkovanum, Tróndur Gilli Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, Jóhannes Sveinbjörnsson, Agricultural University of Iceland og Halla N. Poulsen, sendikvinna Føroya í Íslandi. Orðstýrari er Jákup Sørensen, ráðgevi í NORA.

Meira kunning um tiltakið og Arctic Circle ráðstevnuna er at finna á www.arcticcircle.org.