17.06.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg sett sum skúlastjóri í Vestmanna skúla

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg sett sum skúlastjóri í Vestmanna skúla

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum, hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla. Marin er 45 ára gomul, tók læraraprógv í 2003 og er í gongd við diplomútbúgving innan námsfrøðiliga leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya.

Marin hevur drúgvar undirvísingarligar royndir á øllum floksstigum. Hon hevur hetta síðsta skúlaárið verið í tíðaravmarkaðum starvi sum skúlastjóri í Vestmanna skúla umframt at hava verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.

Marin hevur harumframt verið virkin í kommunustýrisarbeiði og innan ítrótt. Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 - 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum formaður í mentanarnevndini. Marin hevur verið venjari í boccia og badminton, hevur í mong ár verið virkin í kappróðri og er nevndarlimur í Róðrarsambandi Føroya.

Marin tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 1. august 2019.