05.04.2019 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Málið skapar heimin, okkara heim og okkara heimar - Røða ísv 200 ára hald VU Hammershaimbs

Málið skapar heimin, okkara heim og okkara heimar - Røða ísv 200 ára hald VU Hammershaimbs

Røða hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til setan av tiltaki á Landsbókasavninum í samband við at 200 ár eru liðin, síðan V.U. Hammershaimb, varð føddur.

 

Háttvirda samkoma. Kæru gestir!

Í morgin eru 200 ár síðan V. U. Hammershaimb varð føddur á Steig í Sandavági. Í ár eru 110 ár liðin, síðani hann andaðist í 1909.

Og í morgin eru 71 ár, síðan minnisvarðin fyri V. U. Hammershaimb varð reistur ‘við vegin undir bókasavninum’, sum tað so hátíðarliga verður nevnt.

Tórshavnar býráð setti sær fyri at stuðla og útvega minnisvarðanum støði, og Janus Kamban gjørdi listaverkið, sum sjálvandi fekk heitið ‘Móðurmálið’.

Eg nevni hetta, tí eg haldi, at samanrenningin millum V.U.Hammershaimb, Debesartrøð, Bókasavnið og Fróðskaparsetrið er og verður áhugaverd.

Tá ið Hammershaimb varð føddur høvdu vit einki føroyskt skriftmál, tá høvdu vit hvørki Bókasavn ella Fróðskaparsetur.

Tá ið minnisvarðin skuldi reisast í 1948 Hammershaimb til heiðurs, tá settu vit tað ‘við vegin undir bókasavninum’ - sum eitt slag av garðaliði inn til mentanarháborg landsins.

Og í dag - nú vit av álvara eru farin at tosa um at víðka Fróðskaparsetrið í allar ættir, hvat er tá meira sjálvsagt enn at lata ‘Móðurmálið’ standa sum inngangsportal fyri hesum holla palli av vitan!

Kæru gestir!

Tað, sum skilir okkum í dag, tað savnar okkum í morgin. Tað hevur verið søgan um øll verulig menniskjalig framstig um allan heim, og ikki minst í tí føroyska tjóðskaparstríðnum.

At V.U. Hammershaimb saman við Svend Grundtvig, Jón Sigurðssyni, forseta, fekk gjørt uppskotið til føroyska skriftmálið, kunnu vit øll savnast um og fegnast um í dag.

Tí tað hevur savnað okkum, hóast so mikið stríð og strev og skilnað. Tað hevur skapað tjóð. Tað hevur skapað okkum heimin og atgongdina til allan heimin.

Tað varð sagt og hildið, at føroyskt kundi og skuldi ikki verða mentanarberandi mál, men bara afturlítandi og á fornminnissavni til avmarkaða nýtslu í gerandissamskifti í gamla føroyska bóndasamfelagnum. Tað varð sagt, at alt samband til nútímans heimin, undirvísing, vitan, fyrisiting, skaldskap, list, mentan og Várharra skuldi fara fram á øðrum og “hægri” máli.

Og her standa og liva vit í dag í 2019.

Málið hevur skapað okkum so ymsar heimar og kann skapa okkum enn ókomnar heimar. Og tað hevur skapað okkum heim í heiminum.

Eg fái ilt fyri hjartað, tá ið eg mangan hoyri sagt, at mál er eitt amboð. Eitt samskiftisamboð. Nei, málið er so nógv meira enn tað. Tað er málið sum skapar heimin, sum skapar okkum sum menniskju, sum felagsskap, sum samfelag, sum tjóð. Sum skapar okkum okkum sambandið og menningina av okkara innastu kenslum og dreymum.

Og tað er eitt dagligt bragd, at tað hevur eydnast at menna okkara mál og okkara heim og heimar, her mitt í sjónum. Skriftmálið var sjálvsagt portrið til og grundin undir hesum.

Eg verið dagliga tikin av fótum, tá ið eg fari inn á Sprotan og síggi okkara atgongd og virðir til egnan heim og út í aðrar heimar og heimsmál gjøgnum móðurmálið.

Og vit eru enn ikki komin á mál, men noyðast upp aftur ídnari at skapa heim, heimar og sambandið við heimin gjøgnum støðugt at menna móðurmálið til at eiga sess á øllum rókum. Máltøkni og málmenning í talgilda heiminum er eitt av fremstu átøkunum, ið vit seta sum mál komandi árini.

Janus Djurhuus, meginskaldið, ið lyfti føroyska málið og skaldskapin inn í nýggjar heimar, avdúkaði minnisvarðan fyri V.U. Hammershaimb beint her í 1948. Og hann yrkti eisini mest kendu orðini um Hammershaimb, á níti ára degi hansara fyri 110 árum síðani:

 

“Fáir finnast frægir her á foldum,

følnar, sprettur ævugt ætta fjøld,

flestramanna lív er rit í moldum,

támut søga, tá ið endar øld.

 

Navnið veit eg eitt, í klettum ritað,

lýsir gylt, nú nærkast hvíldarkvøld;

mildar vættrar tendraðu ein vita,

Føroyum stjørnuleið frá øld til øld.”

 

Avgerandi er, at vit øll finnast fræg her á foldum til at lyfta og skapa málinum og okkara heimum stjørnuleiðir inn í næstu øldirnar við. Og at vit hjúkla um allar teir vitar, ið leiða okkum fram til at stjørnunum.

Gunnar Hoydal sigur í eini av sínum frálíku tíðargreinum soleiðis um okkara mál- og mentanarstrev – og eg haldi, at hansara orð eiga gerast okkara stevnumið í mál- og mentanarpolitikki landsins:

“Tí eitt er vist. Tað ber ikki til at seta hegn upp fyri umheiminum, enn minni nú enn fyrr. Tær nýgjørdu stjørnurnar sveima og lampurnar blunka uttan at spyrja okkum eftir. Tað, ið um ræður, er enn sum áður í tveimum: At verja tað besta av tí, sum er skapað undan okkum og framhaldandi leggja allar nýggjar møguleikar undir okkum. Mentan fær ikki verið føst ogn ella fornminnissavn einsamalt, og bara við at skapa nýtt kunnu vit varðveita tað gamla, sum enn livir í okkum. Tað er umráðandi í heilum at leggja afturat, at taka við avbjóðingunum og umskapa tær til okkara egna mál og okkara egna verk, so at tað fær meining, at vit eru beint her og ikki nakra aðrastaðni í heiminum.”

Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri fari eg at takka Landsbókasavninum fyri at skipa fyri hesi framsýning um V.U. Hammershaimb, og at takka Kim Simonsen, Ole Wich og øðrum fyri útgávur og fyri at skipa fyri hesum tiltaki. Somuleiðis ein hjartalig kvøða og tøkk til tykkum, sum hava skipað fyri øðrum tiltøkum og hátíðarhaldum kring landið – bæði í Sandavági, á Nesi og í Reinsarínum í Havn. Eg bjóði tykkum øllum at verða hjartaliga vælkomin á Bókasavnið í dag.

 

Høgni Hoydal,

landsstýrismaður